Bólkur B: Nú má Danmark vinna

EM 2020: Danmark skal vinna í kvøld, um teir skulu hava nakran møguleika

Í kvøld klokkan 20 verða bólkafinalurnar í bólki B. Hetta er bólkurin hjá Danmark. Júst Danmark hevur tapt báðar dystirnar higartil, og tí er ein sigur eitt krav í kvøld.

 

Belgia er víðari vi sínum seks stigum. Finnland og Russland hava trý stig og Danmark hevur einki stig. Í stuttum skal Danmark vinna við tveimum málum móti Russlandi, og samstundis vóna at Belgia vinnur á Finnlandi.

 

Fær Finnland stig í dystinum móti Belgia, so hevur Finnland fýra stig, sum næstan gevur víðari atgongd. Tað kemur í hesum førinum ann upp á, um Russland fær stig ella vinnur á Danmark. Russland er sterkari enn Finnland innanhýsis.

 

Eitt annað pláss tryggjar víðari luttøku, meðan eitt triðja pláss kanska gevur víðari luttøku. Fýra av seks 3’arum koma víðari. Her er líkt til, at tað skulu fýra stig til fyri at koma víðari sum 3’ari. Tí kann Danmark ikki væntað at koma víðari, um teir vinna á Russlandi, men Finnland samstundis fær stig móti Belgia.

 

Bólkur B:

Belgia – Finnland (20.00)

 

Danmark – Russland (20.00)

 

Støðan:

 

1: Belgia 6 (Stig) +4 (málmunur)

 

2: Russland 3 -2

 

3: Finnland 3 0

 

4: Danmark 0 -2