Bólkur E: Svøríki og Spania eru víðari

EM 2020: Tað var trýst á Svøríki, sum kláraði skerini, meðan Spania vann so syngjandi á Slovakia

Spania og Svøríki hava vunnið seg víðari úr bólki E. Svøríki vann 3-2 á Póllandi, meðan Spania vann greiðan 5-0 sigur á Slovakia. Stóri ósigurin merkir, at Slovakia ikki verður ein 3’arunum, ið sleppa víðari úr bólkaspælinum.

 

Svøríki hevði longu tryggjað sær víðari luttøku, men tað kravdi ein sigur, fyri at enda ovast. Pólland skuldi hava ein sigur. Svøríki kom á odda 2-0 við tveimum málum frá Emil Forsberg. Pólland svaraði tó aftur við tveimum málum frá Robert Lewandowski.

 

Seinastu løtuna trýsti Póllandi, men tað gav eisini Svøríki pláss at spæla í hinum endanum. Tað endaði eisini við, at Viktor Claesson skoraði til 3-2. Svøríki skal nú spæla móti nummar trý í bólki A ella B. Pólland er úti.

 

Spania hevur verið eitt vónbrot. Størsta avbjóðingin hevur verið málskjótingini. Í dag riggaði væl – men ikki fyrr enn Álvaro Morata hevði brent brotsspark. Spania fekk eina hjálpandi hond frá Martin Dubravka í slovakiska málinum, tá hann misti bóltin í málið til 1-0.

 

Beint fyri hálvleik økti nú fyrrverandi franski miðverjin, Aymeric Laporte. Pablo Sarabia og innskifti Ferran Torres staðfestu sigurin, áðrenn Juraj Kucka gjørdi sjálvmál. Hetta er størsti sigurin til hetta EM-endaspælið og Spania er víðari.

 

Bókur E:

 

Slovakia – Spania 0-5

 

Svøríki – Pólland 3-2

 

Støðan:

 

1: Svøríki 7(stig) +2(málmunur)

 

2: Spania 5 +5

 

3: Slovakia 3 -5

 

4: Pólland 1 -2