Borðtennis: Hesi eru í FM-finalunum

FM-finalurnar verða spældar í morgin, leygardagin 10. apríl.

Innleiðandi FM-kappingin fyri vaksin í borðtennis varð spæld í høllini á Hálsi í dag og í kvøld, og nú er greitt hvørji manna finalurnar á stóra Kontrast FM-finaludegnum í morgin, leygardagin 10. apríl.

Í FM-finaluni hjá monnum hittast Fróði F. Jensen og Pætur Albinus, báðir úr Tór. Fróði hevur verið føroyameistari fýra ferðir áður - í 2012, 2014, 2018 og 2019 - og Pætur Albinus hevur verið føroyameistari tvær ferðir áður - í 2015 og 2017.

Fróði F. Jensen vann 4-0 í hálvfinaluni á veteraninum, Peter Hentze Niclasen, meðan Pætur Albinus vann 4-0 í hálvfinaluni á 16 ára gamla Ára F. Jensen, sum spældi sera væl í dag og á fyrsta sinni leikti seg somikið langt í kappingini.

Hjá kvinnunum verður ein nýggjur føroyameistari í 2021. Tað er longu greitt, tí tær báðar, sum eru í finaluni, Britt Michelsen og Marin Elisabet Poulsen, báðar úr TBF, eru í sínari fyrstu FM-finalu. Britt er 18 ára gomul, og Marin Elisabet Poulsen er einans 14 ára gomul.

Tær báðar hava verið væl upplagdar í ár, og spældu eisini ein sera góðan og tættan dyst í bólkaspælinum í innleiðandi kappingini, har Marin Elisabet Poulsen var tepurt omaná og vann 3-2. Tískil er ein góð finala í væntu ímillum tær báðar í morgin.


Yvirlit yvir FM-finalur í borðtennis 10. apríl:


Einmansleikur, menn: (kl.14:55 - beinleiðis í KVF)

Fróði F. Jensen (Tór) - Pætur Albinus (Tór)


Einmansleikur, kvinnur: (kl.13:15 - beinleiðis í KVF)

Marin Elisabet Poulsen (TBF) - Britt Michelsen (TBF)


Tvímansleikur, menn: (kl.10:40 - stroymt á Borðtennissamband Føroya á facebook)

Peter H. Niclasen (Tór) / Pætur Albinus (Tór) - Fróði F. Jensen (Tór) / Sveinur M. Nolsøe (Tór)


Tvímansleikur, kvinnur: (kl.10:00 - stroymt á Borðtennissamband Føroya á facebook)

Anja Wongwai (TBF) / Britt Michelsen (TBF) - Marin Elisabet Poulsen (TBF) / Elinborg C. Mortensen (TBF)


Blandaður tvímansleikur: (kl.11:20 - stroymt á Borðtennissamband Føroya á facebook)

Sveinur M. Nolsøe (Tór) / Britt Michelsen (TBF) - Ári F. Jensen (Tór) / Sólja H. Djurhuus (Tór)