Bora Eysturoyartunnil um eitt ár

Í hesum døgum verða boriroyndir gjørdar í Saltnesi í Nes kommunu - og um eitt ár verður byrjað at bora.

Í hesum døgum ger tunnilsfelagið, sum skal standa fyri at gera Eysturoyartunnilin, boriroyndir í Saltnesi. Líknandi boriroyndir vórðu gjørdar hinumegin Skálafjørðin - við Sjógv á Strondum - fyri nøkrum døgum síðan.

 

Heimasíðan hjá Nes kommunu veit at siga, at fyrireikingarnar til at byggja Eysturoyartunnilin eru í gongd.

 

- Linjuføringin er endurmett, fleiri jarðfrøðisligar forkanningar eru gjørdar, seismikkur er skotin á Tangafirði og er greinaður, kjarnuboringar eru gjørdar á Kalbaksnesi og nú verða graviroyndir gjørdar á Skálafjørðinum.

 

Lagt verður aftrat, at sambært nýggjastu linjuføringini verður tunnilsmunnin vestaru megin á Skálafjørðinum við Sjógv, og tunnilsmunnin eystaru megin verður í Rókini í Saltnesi - á markinum millum Nes kommunu og Runavíkar kommunu.

 

- Projekteringsarbeiðið er byrjað, og tá tað er liðugt, verður tunnilsarbeiðið boðið út, og eftir ætlan verður byrjað at bora í seinnu helvt av 2016, vita tey í Nes kommunu at siga.