Borðtennislegenda setir ólavsøkuna

Petur Hentze Niclasen skal í dag seta ólavsøkuna

Hann fyllir 54 ár í ár, men er “still going strong”.

 

Lærarin og havnarmaðurin við ættarbondum av Tvøroyri, hevur í ár fingið heiðurin at seta ólavsøkuna.

 

Hetta hendir, tá ið ítróttarfólk og onnur savnast á Tinghúsvøllinum beint undan kappróðrinum ólavsøkuaftan.

 

At Petur Niclasen er biðin um at halda setanarrøðuna í ár, hongur uttan iva saman við hansara megnarstóra leikluti í føroyskum ítrótti.

 

16 ferðir hevur hann vunnið FM í borðtennis í einmansleiki umframt alt annað. Hann hevur eisini vígt ein part av lívi sínum til borðtennis­ ítróttina, har hann bæði hevur virkað sum venjari og limur og formaður í nevndum.

 

Røðan ólavsøkuaftan fer uttan iva at snúgva seg um felagsskap og hvørj­ um málum vit megna at røkka, standa vit saman.

 

Ítrótturin er eitt gott dømi um júst tað, og tað allarseinasta eru fantastisku úrslitini, sum U20 hondbóltslandsliðið hjá monnum herfyri fekk í Portugal.

 

Petur Niclasen er eitt navn, ongin

 

sleppur uttanum, tá ið talað verður um borðtennis.

 

Fyri trimum árum síðani fekk hann eina stóra almenna viðurkenning fyri sítt arbeiði, tá ið ÍSF lat honum heiðurs­ bræv Poul E. Petersens fyri sítt langa og drúgva arbeiðið fyri borðtennis í Føroyum.

 

Peter Niclasen var einans 15 ára gamal, tá hann fyrstu ferð vann FM í borðtennis. Síðani tá hevur hann aftur og aftur skrivað søgu. Hann hevur millum annað vunnið 16 FM heiti, og hóast hann er farin væl um tey fimmti, er hann enn kropsliga og leikliga væl fyri og spruttar av spæligleði.

– Jú, eg spæli framvegis, men tað sigur seg sjálvt, at kroppurin ikki megnar tað sama í dag, sum tá ið eg var yngri, sigur hann við einum brosi. Spurdur um hvaðani hugurin til borðtennis kemur, heldur hann fyri, at tað kanska var tí, at áhugin ikki var til fótbólt og líknandi, men ongin ivi man vera um, at partur av áhugan kemur gjøgnum pápan, sum altíð hevur spælt og so at á Tvøroyri vóru nógvir góðir borðtennisspælarar.

Ólavsøkan verður sett ólavsøku­ í dag klokkan 14 á Tinghúsvøllinum.