Landsverk bjóðar borgarum í Tjørnuvík til ein kunnandi fund, viðvíkjandi fyrireikingunum um at gera ein tunnil til bygdina.
Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk, Dennis Holm, landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu luttaka á fundinum. Høvi verður at seta spurningar inn til verkætlanina.
Kaffi, te og okkurt søtt verður at fáa.
##med2##