Í morgin, 15. mars, eru 10 ár síðani borgarakríggið í Sýria brast á. Borgarakríggið hevur kravt umleið hálva millión mannalív og hevur eisini skapt størstu flóttafólkakreppu síðani seinna heimsbardaga.
Kríggið byrjaði undir sonevnda arabiska várinum, tá fólk fóru út á gøturnar og kravdu, at sitandi forsetin Bashar al-Assad fór frá, men mótmælini vórðu harðliga niðurbard.
At byrja við stóð stríðið millum stjórnarherin hjá Assad og uppreistrarherin, og umheimurin fekk illa lagt uppí, tí Russland stuðlaði Assad og USA stuðlaði uppreistrarherinum.
Við tíðini eru fleiri partar afturat komnir upp í kríggið. Umframt stóra tapið av mannalívum eru nógv fornminni eisini farin fyri skeytið, og fleiri elligamlir býir liggja í skeljasori.
Sambært kristna humanitera hjálparfelagsskapinum World Vision eru umleið 5,6 milliónir sýrar flóttafólk, og 6,1 millión afturat hava verið noydd at rýma heimanífrá, men eru enn í Sýria. Flestu flóttafólkini úr Sýria eru farin til Turkalands, Libanon, Jordan, Irak og Egyptaland.
Meir enn 80 prosent av sýrarum liva í ekstremum fátækadømi, sum merkir, at tey hava minni enn 1,90 dollarar, ella umleið 12 krónur, um dagin at liva fyri.
ST-aðalskrivarin Antonio Guterres segði mikudagin, at sýriska kríggið er ein “livandi marra”, har nógv børn enn ikki hava upplivað ein dag uttan kríggj.
“Tað er ómøguligt at fata, hvussu víðfevndar oyðileggingarnar í Sýria eru, men fólkið hevur upplivað nøkur av ringastu brotsverkum í hesi øldini. Tað skelkar samvitskuna at hugsa, hvussu ógvusligur ræðuleikarnir eru”, segði Guterres og legði, at “Sýria er ikki longur á forsíðuni, men støðan er framvegis ein livandi marra.”
Ein frágreiðing hjá UNICEF sigur, at næstan 12.000 børn eru deyð ella særd í borgarakrígnum, og fleiri milliónir hava onga skúlagongd. Harumframt verða børnini sálarliga løstað av krígnum, og børn verða eisini tikin við sum ein virkin partur av stríðnum. Meir enn 5.700 børn verða brúkt sum herfólk í Sýria, summi ikki eldri enn sjey ár.
Ringa støðan hjá børnunum ger, at sjálvt um borgarakríggið í Sýria endar, fara at ganga nógv ár, áðrenn landið kemur á føtur aftur.
Eftir at hava mist ein stóran part av landinum, ikki minst tá Islamskur Statur fór at blanda seg í kríggið, hevur stjórnarherurin hjá Assad, við góðari hjálp frá Russlandi og Iran, nú aftur tamarhaldið í mesta partinum av landinum. Men uppreistrarlið hava enn ræðið á einum øki í útnyrðingspartinum av landinum, og støðan har er hættislig hjá teimum trimum milliónunum, sum búgva har.