Borgarar í New York skulu aftur í munnbind

Fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir varð ein korona tíðindafundur hildin av borgarstjóranum í New York

Eric Adams, borgarstjóri í New York

Eric Adams mælir øllum borgarum í New York til at fara í munnbindini aftur. Tað skrivar New York Times.

 

- Jólahøgtíð er og við einum alsamt vaksandi tali av korona tilburðum, Influensu og RS-virus, mæla vit enn einaferð borgarum í New York um at verja seg og   síni kæru, segði borgarstjórin á tíðindafundinum.

 

Heilsumyndugleikarnir í New York mældi eisini fyrst í hesum mánaðinum staðiliga til, at fólk fara í munnbind bæði til almenn innanduratiltøk og til stórar fólkamongdir uttandura.

 

Tað varð á tíðindafundinum eisini lagdur dentur á, at fólk skulu lata seg koppseta, tí góð 80% av teimum, ið lata lív orsaka av koronu ikki eru koppsett.

 

 

 

Eric Adams, borgarstjóri í New York