Borgararnir betri tænastu

- Broytingarnar, sum verða gjørdar í umsitingarliga og politiska bygnaðinum í Tórshavnar býráð, fara at koma vanliga borgaranum til góðar, sigur Leivur Hansen.

Tá ið samgongan í Tórshavnar býráð tók við fyri tveimum árum síðani gjørdi hon av, at fara undir at gera broytingar í umsitingarliga og politiska bygnaðinum í býráðnum. Nevnd við umboðum úr øllum flokkum var sett at arbeiða við málinum. Síðani tá eru ymsar broytingar farnar fram á umsitingarliga økinum og tá ið hetta valskeiðið er úti er ætlanin at øll umsitingin er umskipað.

At bygnaðarbroytingar verða gjørdar í býráðnum merkir eitt nú, at øki verða løgd saman og at nevndir verða fækkaðar í tali. Dagstovnar, dagrøktarskipanin, frítíðarskúlar og annað, ið hevur við børn undir skúlaaldur at gera, hava hoyrt undir sosialu deild. Í framtíðini fara hesi øki at vera undir mentamáladeildini.

- Tað fer ein bleyt flyting fram í løtuni. Ein partur er framvegis í sosialu deild og nær alt er flutt, er ov tíðliga at siga enn, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður.

Býráðið arbeiðir við at gera eina trivnaðardeild, sum verður býtt upp í tvey, tað vil siga mentamáladeild og sosiala deild. Stjóri verður settur á trivnaðardeildini og undir honum verða leiðararnir á mentamáladeildini og sosialu deild, ávikavist Jákup Simonsen og Eyðun Jensen.

Marius Müller er settur sum tekniskur stjóri. Boði Haraldson er settur sum býarverkfrøðingur, hann er samstundis leiðari á teknisku deild. Býararkitekturin, Tórálvur Weihe, er leiðari á byggideildini.

Um talan verður um at lækka ella hækka talið á býráðslimum, sigur Leivur Hansen.

- Tann spurningurin skal eisini viðgerast. Um vit skulu halda fast við verandi tal, lækka ella hækka tað velst um, hvussu tað verður við samanleggingini av kommunum. Kollafjørður kemur uppí Tórshavnar kommunu 1. jan. 2001, men um aðrar kommunur koma afturat soleiðis, sum lagt verður upp til í kommunuálitinum, verða vit heldur noydd at hækka enn at lækka talið á býráðslimum.


Samanleggingar

Í og við at broytingar verða gjørdar í umsitingini er eisini ætlanin at gera broytingar í politiska bygnaðinum. Í løtuni eru sjey politiskar nevndir í býráðnum og ætlanin er at tær skulu vera fýra í framtíðini.

Fíggjarnevndin og havnanevndin verða sum nú. Sosialanevnd og mentamálanevndin verða lagdar saman í eina trivnaðarnevnd, byggi- og býarskipanarnevndin, heilsu- og umhvørvisnevndin og tekniska nevnd verða lagdar saman í eina tekniska nevnd. Aðrar nevndir sum brunanevnd eitt nú verða sum tær eru í løtuni.

- Vit eru ikki komin so langt í fyrireikingunum til at broyta politiska bygnaðin, til at vit kunna leggja málið fyri býráðið, og tær koma ikki í gildi fyrr enn eftir næsta býráðsval. Broytingarnar skulu eisini góðtakast av landsstýrinum. Endamálið við hesum er at veita borgarum eina skjótari, neyvari og betri tænastu enn í dag, sigur Leivur Hansen.


Snarskivu

Á posthúsinum í miðbýnum, ið liggur beint við síðuna av býráðsumsitingini og býráðssalinum, húsast nú byggi-, tekniska- og gartnara- og heilsudeildin hjá Tórshavnar kommunu. Býráðið ognaði sær hesi húsini fyri tveimum árum síðani.

- Umframt at hýsa nøkrum deildum undir býráðnum er eisini ætlanin at hava eina snarskivu har, sum vit kenna aðrastaðni. Hagar kunnu fólk við vanligum fyrispurningum til býráðið fara inn og fáa svar frá skikkaðum fólki beinanvegin ístaðin fyri at tey skulu bíða eftir at fáa skrivligt svar. Er eitt nú talan um eina skrivliga umsókn, sum kann svarast beinanvegin, ber til at venda sær til snarskivuna, sigur Leivur Hansen.

Býráðsformaðurin vísir á, at aðra staðni verða upp til 80 prosent av fyrispurningum til kommununa svarað við eina slíka snarskivu, meðan støðan í Føroyum í dag er tann, at meginparturin av fyrispurningunum til kommununa er brævaskiftið, sum fer úr einari í aðra nevnd til avgreiðslu áðrenn viðkomandi fær svar.

- Tað fer at taka sína tíð at fáa fólk við so breiðari vitan at sita við snarskivuna, men ætlanin er at hava fólk sitandi har sum hava gott innlit í sosial, byggi- og teknisk viðurskifti. So við og við fáa hesi fólkini eina breiða vitan um ymsu økini, so tey kunnu geva nøktandi svar uppá fyrispurningar. Endamálið er einfalt at geva fólki eina skjótari og betri tænastu og hjálpa teimum at sleppa undan at renna frá eini hurð til hurð.