Borgarstjórin í Havn fyllir 75

Hann hevur sitið í Tórshavnar býráð í samfull 48 ár

Í morgin, 7. apríl, fyllir borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, 75 ár.

Heðin Mortensen hevur verið býráðslimur í Tórshavnar kommunu síðan 1973, tað vil siga, at í hesi býráðssetuni - í 2023 - hevur hann sitið í býráðnum í 50 ár. Hann var varaborgarstjóri 2001-2005 borgarstjóri frá 2005 til 2017 og aftur frá 2021.

Heðin varð føddur á Brekkunum í Trongisvági 7. apríl 1946. Reiðiliga farin í skúla flutti familjan til Havnar. Heimurin hjá Heðini gjørdist økið millum Kongabrúnna, Abbatrøð og Glaðsheygg, sum tá var eitt sera aktivt øki við kolasølu og sandsølu, har sum parkeringsplássið er nú.

Abbin, Palle á Brekkunum í Trongisvági, var umframt at vera gamal skipari eisini bóndi, so Heðin vaks upp við djórahaldi. Í Havn rann hann tí aftan á øllum, sum høvdu seyð, gæs, høsn og ross, og sum heilt ungur skrivaði hann umsókn til kommununa um leigutrøð. Hana fekk hann kortini ikki fyrrenn nærum kvarta øld seinni.

Har suðuri hevði Heðin gingið á universitetinum í Trongisvági - í fyrsta flokki hjá Elspu Vestergaard. Komin til Havnar fór hann at ganga í skúla á Vaglinum, í sama húsi, har hann nú situr sum borgarstjóri. Flutt varð seinni niðan í gula skúla og í Kommunuskúlan í 1956.

Eftir skúlatíð var Heðin sera virkin, rokaðist og lossaði á keiini, arbeiddi á Bacalao, bar cement og hjálpti til hjá Balslev. Súkklaði dýnur inn og út fyri Fjøðurreinsaríið. Hann var skóti, fyrst úlvaungi, seinni skóti í Másanum í somu patrulju sum Poul Michelsen, gjørdist korporálur og so førari, sum tað kallaðist tá.

Hann slapp eisini við Tjaldrinum og fekk sjófartsbók. Men hann valdi ikki sjólívið. Ístaðin giftist hann sera ungur Hjørdis, dóttir Eriku og Alfred Egholm. Tey høvdu eitt gott ungdómslív í Havn, har møtiplássini vóru eitt nú Kondittaríið, Sjónleikarhúsið og Tórshøll.

Eftir at hann giftist Hjørdis fluttu tey aftur niðan á Glaðsheygg næstan á sama stað, hann byrjaði lívið í Havnini. Og har hava tey livað fram til dagin í dag, fingu 4 børn, sum hava givið teimum 9 ommu- og abbabørn. Langomma og langabbi eru tey eisini vorðin tríggjar ferðir.

Heðin hevur fyrr havt bát og hevur áður róð nógv út. Seyð hevur hann á trøðni í Havnardali - suðuroyarsperðilin er tiltikin -  og gæsnar hava frælsi í Norðradali og á Velbastað. Og so er hann grindamaður. Spesialistur í turrum tvøsti og spik. Innløgumaður sum fáur.

Hóast torført var at fáa lærupláss, so fekk Heðin lærupláss sum maskin- og bilsmiður hjá Wenzel. Hann bleiv mekanikari og bleiv Ford-maður burturav umframt serkønur Alpha Diesel-mekanikari. Hann bleiv eisini útbúgvin bilsýnismaður og tryggingarmaður.

Heðin arbeiddi sum mekanikari í 17 ár og á Tryggingini í nærum 30, hann hevur sitið í býráðnum í Havn í 48 ár, hann hevur sitið mong ár á løgtingi og í landsstýrinum frá 2018 til 2020 sum arbeiðs- og ferðslumálaráðharri og aftaná sum næstformaður í løgtinginum, hann var formaður í Havnar Sjónleikarfelag í 7 ár og Havnar Róðrarfelag í 7 ár, Tórshavnar Ítróttarráð í 3 ár og hann hevur verið forseti ÍSF's í 28 ár.

Heðin hevur áður sitið sum formaður í Kommunufelag Føroyar og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum í mong ár, og situr aftur nú. Hann hevur sitið sum limur í SEV-stýrinum og í stýrinum fyri Føroyar Handilsskúla og Tekniska Skúla. Hann varð valdur aftur í løgtingið í 2015 og til kommunuvalið í 2016 setti hann met við fleiri enn 2500 persónligum atkvøðum. Hóast hann sat í andstøðu í fýra ár, endurtók hann bragdið við um 2300 atkvøðum til seinasta val, sum vann honum borgarstjórasessin aftur.

Heðin gjørdist Riddari av Dannebrog í 1991, fekk íslendska ISI heiðurskrossin í 1996, ÍSF-heiðurskrossin í 1999, gjørdist Riddari av Dannebrog af Første Grad í 2003 og fekk innivist í Kraks Blå Bog í 2010. Og tá fekk hann eisini hægsta heiðursmerki frá danska ítróttarsambandinum, DIF. Eisini hevur hann fingið hægstu heiðursløn frá Lions Club. Og um somu tíð varð hann valdur ársins leiðari í Føroyum.

Nú hann fyllur 75, situr hann aftur sum borgarstjóri í Havn, og tí hevur hann í løtuni farloyvi úr løgtinginum.

Vegna koronafarsóttina verður føðingardagurin hildin seinni.