Borgarstjóri aftur á tjattinum

Millum kl 10 og 11 ber til at hitta borgarstjóran í Eysturkommunu

Aftur í morgun - millum klokkan 10 og 11 - er borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, online á heimasíðuni hjá kommununi.

 

- Borgarstjórin er klárur at tjatta við borgarar og at lurta eftir, hvat liggur teimum á hjarta.

 

Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu verður sagt í morgun, at øll eru hjartaliga vælkomin at brúka henda møguleika - at spyrja, gera viðmerkingar ella at koma við hugskotum.