Borgarstjórin í Kyiv vil ikki loyva Putin stjala jólini

KYIV: Fólkið í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, skal vænta sær, at jólatrø skjótt verða sett upp í býnum. Vitalij Klitsjko, borgarstjóri, vil ikki at lata kríggið avlýsa jólahátíðina.

 

Savnsmynd, jólahugni í Kyiv fyri russisku innrásina í Ukraina

Tað sigur hann við ukrainsku tíðindastovuna RBC-Ukraine.

– Eingin fer at avlýsa nýggjár og jól, og nýggjárshaldið skal vera hera, sigur hann við ukrainsku tíðindastovuna.

– Vit kunnu ikki lata Putin stjala jólini.

Jólatrøini verða tó ávirkað av russisku innrásini í Ukraina.

Serhij Kovalenko, aðalstjóri í Yasno, sum letur streym til Kyiv, sigur, at jólatrøini ikki verða pyntað við jólaperum. Tí streymurin skal sparast.

/ritzau/Reuters

 

 

Savnsmynd, jólahugni í Kyiv fyri russisku innrásina í Ukraina