Borgarstjórin: Primitivt at blanda mál saman

– Vit hava ikki biðið um tunnil til Eysturoynna ella Sandoynna, sigur borgarstjóriin í Havn

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, svara nú høvssu atfinningunum frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, í málinum um náttarkoyringina ígjøgnum Havnina við gróti frá Sandoyartunlinum.

 

Brandur Sandoy fanst hvassliga at Tórshavnar kommunu fyri at steðga hesari náttarkoyring, og harvið seinkað og dýrka arbeiðið munandi. Hann helt, at øvundsjúka valdar á Vaglinum, og hann segði, at hann orsakað av forboðnum, fór at taka sín stuðul til semjuna millum landið og kommunua um innkomuvegin aftur.

 

 

 

Les eisini: Øvundsjúka valdar á Vaglinum

 

 

 

Heðin Mortensen vísir á, at kommunan bert ger sín skyldu.

 

– Eg veit ikki, hvussu fólkaræðið virkar í Sandoynni. Men her í Havn er tað soleiðis, at borgarstjórin lurtar eftir borgarunum og virkar teirra vegna. Hava borgarar trupulleikar, er tað skylda borgarstjórans at gera alt, fyri at loysa hesar trupulleikar, sigur Heðin Mortensen.

 

– Sum eg havi sagt fleiri ferðir: Málið er rættiliga einfalt – ein partur av okkara borgarum fær ikki náttarfrið. Tað er skylda løgreglurnar saman við okkum at tryggja teimum teirra rættindi.

 

 Og tað verður nú endiliga gjørt, sigur Heðin Mortensen.

 

Hann heldur lítið um, at Brandur Sanday tvinnar náttarkoyringina saman við semjuni um innkomuvegin til Havnar.

 

–Tað er rættiliga primitivt at blanda hetta mál saman við innkomuvegnum í Havn. Tórshavnar kommuna hevur ikki biðið um tunnil til Eysturoynna ella Sandoynna.

 

Tunlarnir eru páduttaðir okkum av tí almenna, sum tí sjálvsagt má taka fíggjarligu fylgjurnar og kostnaðin fyri avleiðingarnar. Her er onki, sum er “kvit og frit”. Avleiðingarnar av bæði Eysturoyar- og Sandoyartunlinum kosta Tórshavnar kommunu risastórar upphæddir, sigur Heðin Mortensen.

 

 

 

Les eisini: Brandur og innkomuvegurin