Borin til bronsuna

Christofffur Olsen reyk út við brotnari nøs longu í fyrsta dystinum í liðkappingini í judo.

Men hann var tó kortini partur av liðnum, so tá heiðursmerkjahandanin var, átti Christoffur eisini sína medalju. Hann var tó ikki førur fyri at ganga niðan fyri at taka ímóti henni, men Helgi Winther Olsen, sum er áskoðari til hesar leikirnar, tók hann í føvningin og bar hann niðan, soleiðis at hann kundi fáa sítt bronsuheiðursmerki um hálsin og kransin á høvdið. Flott av Helga og høllin fagnaði bæði honum og Christoffur, sum hevði ligið í undir læknahond alla kappingina.