Boris Johnson - sum flongdur hundur

Skrivstovan hjá bretska forsætisráðharranum biðir nú Elizabeth drotning um umbering.

Skrivstovan hjá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson, harmast nú yvirfyri Elizabeth drotning um, at tvær veitslur vórðu hildnar kvøldið fyri, at maðurin hennara fór til gravar.

 

Umberingin er borin um almennar kanalir og umvegis telefon, veit The Telegraph, sum avdúkaði hendingarnar, at siga. Í Downing Street vilja tey tó ikki upplýsa, hvør tók telefonina, tá biðið varð um umbering.

 

Talan er um kvøldið, hin 16. apríl í fjør, at ráðgevarar og embætismenn vóru samlað til tvær ymiskar veitslur í Downing Street, meðan Bretland annars var undir strongum avmarkingum í samband við koronu.

 

Um hetta mundið varð bert loyvt at hittast í smáum bólkum á seks fólk - uttandura. Sambært The Telegraph skal Boris Johnson ikki hava verið til steðar í Downing Street henda dagin.

 

Men, fyrr í hesi vikuni noyddist forsætisráðharrin kortini at biðja um umbering. 

 

Nú snúði umberingin seg um, at Boris Johnson sjálvur hevði luttikið í einari veitslu í Downing Street í mai 2020 - júst, meðan bretar tá bert høvdu loyvi til at hitta eitt fólk uttan fyri húsarhaldið.