Bót og klipp í koyrikortið í Klaksvík

Fimm bilførarar koyrdu ov skjótt, tá løgreglan máldi ferð a Stangavegnum

Tá løgreglan í gjár og í morgun gjørdi ferðmátingar á Stangavegnum í Klaksvík, har ferðin er niðursett til 40 km um tíman, komu fleiri í felluna.

Tilsamans fimm bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Allir fingu teir bót. Men fýra teirra koyrdu so mikið ov skjott, at teir eisini fingu klipp í koyrikortið. Og tað fært tú, um tú koyrir millum 56 og 60 km um tíman, har ferðin er niðursett til 40 km um tíman.