Fríggjadagin legði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fíggjarlógaruppskotið fyri 2017 fram, og mikudagin fer løgtingið undir at viðgera uppskotið.
Løgtingsformaðurin hevur sett tríggjar dagar av til fyrstu viðgerðina av fíggjarlógini.
Viðgerðin byrjar á tingfundinum mikudagin kl. 13:30, og fíggjarlógin er einasta mál á skránni á tingfundinum hósdagin kl. 10:00 og fríggjadagin kl. 9:30.