– Brúkið pengar upp á føroyskar vørur og tænastur

Tað er greiði boðskapurin frá løgmanni, nú summar vinnur í Føroyum eru í serliga stórari kreppu av koronatiltøkunum.

Tá landsstýrið stongdi landið á grækarismessu fekk tað katastorfalar avleiðingar fyri summar vinnur í Føroyum, serliga ferðavinnuna. 

Nógv fólk eru longu søgd úr starvi, og í ferðavinnuni eru tey komin til ta niðurstøðu, at einki virksemi verður aftur fyrr enn í fyrsta lagi næsta summar. Tað merkir eina búsparliga afturgongd fyri út við eina milliard krónur og at hundraðtals arbeiðspláss fara fyri skeyti.

Ferðavinnan rindar soleiðis hægsta prísin í hesi kreppuni.

Landsstýrið noyðist at koma við einum hjálparpakka til vinnuna, men tað merkir neyvan, at arbeiðsplássini verða tryggjað, men heldur, at feløg í vinnuni soleiðis klára at hóra undan, so tey kunnu fara í gongd aftur næsta summar.

Boðini frá løgmanni til Føroya fólk á tíðindafundinum hósdagin vóru púra greið:

Føroyingar skulu keypa føroyska framleiðslu, skulu keypa føroyskar tænastur og hugsa um føroyskt vinnulív, tá tey fara út at brúka pengar.

Her er orðini hjá løgmanni:

»Eg veit væl, at á privata arbeiðsmarknaðinum eru tað nógv, ið stríðast fyri at hóra undan. Tit hava offrað nógv og tikið eitt stórt tak. Tað eiga vit at minnast til, tá vit fara til handils næstu ferð. Við at standa saman um føroyska framleiðslu, føroysku tænastuvinnuna og føroyskt vinnulív, kunnu vit øll vera við til at varðveita arbeiðsplássini.

Minnist til tað, tá tit fara út, og brúka tykkara pengar.«