Brøndby misti tvey stig

Størsti dramatikkurin var hesa ferð í Jyllandi, har AGF og Viborg komu afturíaftur, eftir at tey høvdu ligið undir

Munurin frá Brøndby og aftur til kappingarneytarnar tódnaði eitt sindur í vikuskiftinum. Brøndby er framvegis ósigrað, og alt bendi fyrstu løtuna í Viborg á, at teir gulu enn eina ferð skuldu vinna og kanska 2?0, sum teir høvdu vunnið við tríggjar tær fyrstu ferðirnar.
Brøndby, sum ikki hevði Jón Róa Jacobsen í ferðalagnum í Viborg, legði seg á odda bæði 1?0 og 2?0. Í báðum førunum var talan um mál úr stuttari fjarstøðu eftir hornasparksinnlegg og eitt sindur av aftur og fram. Fyrra málið skoraði miðverjin og liðformaðurin Per Nielsen í 3. minutti, og seinna málið skoraði Ruben Bagger í 17. minutti.
Viborg varð spælt sundur og saman, og Brøndby kundi í 1. hálvleiki havt skorað fleiri mál. Kortini kyknaði spenningur undan steðginum. Í 45. minutti minkaði Søren Frederiksen um munin eftir hornaspark, og í 2. hálvleiki var tað heimaliðið, sum var omaná. Tólv minuttir eftir steðgin tryggjaðu teir sær eitt stig. Søren Frederiksen spældi við hælinum innskifti Michael Nonbo púra blankan í brotsteiginum. Eftir síðsta bríkslið vóru teir á Viborg liðnum ovurfegnir um javnleikin og eitt stig, meðan teir í Brøndby sóu út sum taparar.
FCK vann 2?1 á heimavølli ímóti FC Nordsjælland, og harvið minkaði munurin millum meistaraliðið og argasta kappingarneytan við tveimum stigum. Leygardagin hittast Børndby og FCK í Brøndby.
Esbjerg helt við sannførandi sigri í Gladsaxe tørn um næstovasta plássið. AB, sum bara hevur fingið eitt stig í fýra umførum og er aftast, legði seg á odda, men við tveimum málum eftir hornaspørksinnlegg setti Esbjerg seg á spælið, og talan var meiri ella minni um upploysn, tá ið Esbjerg økti til 4?1, áðrenn AB ? eisini eftir horna ? pyntaði um.

Drama í Århus
Leygardagin hevði AGF, sum leingi hevur verið í nógvum turbolensi, vitjan av FCM, sum ikki hevur fingið tað burturúr fyrstu umførunum, sum tað kundi havt verið roknað við, eftir at teir høvdu keypt fleiri stuðulsspælarar.
FCM legði seg framum, men AGF svaraði undan steðginum tvær ferðir aftur. Í fyrra førinum var tað eftir verjukiks, og í seinna førinum var talan um stút eftir horna. Í 2. hálvleiki legði FCM seg framum aftur 3?2, og so sá einki serligt út hjá AGF, sjálvt um teir javnaðu til 3?3. Fyri triðju ferð á rað sá ein verjuspælari hjá teimum reytt, men kortini megnaði AGF at stríða seg til fyrsta sigurin á árinum.
Í Odense var tað tætt og spennandi, men hvørki OB ella AaB megnaðu at skora mál, og so var úrslitið 0?0.
Uppflytararnir úr Herfølge vóru í Valby og vitjaðu uppflytararnar úr Frem. Gestirnir vóru leikliga omaná í 1. hálvleiki, men teir megnaðu ikki at fáa nyttu burturúr góðum møguleikum. Í síðsta minutti undan steðginjm stútaði Frem seg á odda, og í 2. hálvleiki kom einki mál.
Herfølge er saman við AB niðanfyri strikuna. AB verður mettur sum upplagdur niðurflytari, meðan tað er meiri ivingarsamt, hvussu tað fer at roynast hjá Herfølge, sum tað verður roknað við fer at kappast við fyrst og fremst Frem um at sleppa undan niðurflytingini. Men enn er langt á mál. Higartil eru bara fýra av teimum 33 umførunum fingin frá hondini.