Bragi og Elisabeth vunnu seinasta gullið á Føroyaleikum 2022

Aftaná at kappríðingin við flúgvarabedingina mátti útsetast sunnudagin vegna nógva regnið, var heldur frægari í gjár, og kappingin var hildin sum ætlað.

 

Hetta var kapping sum var liður í Føroyaleikum og samstundis var hetta eisini ein partur av FM í kappríðing. Kappast var í fimm greinum, tølt og skeið á 100 metrum og trav, tvíspor ung og tvíspor vaksin á 250 metrum

 

Seinasta greinin og harvið seinasta greinin til Føroyaleikir, var Tvíspor vaksin l flokkur. Tá kappast var seinast við Leynavatn, vann Bragi við Jónu Ólavsdóttir á baki. Jóna skuldi eisini ríða Braga hesuferð, men at tí at kappingin var útsett frá sunnudegi til týskvøld og Jóna skuldi til Íslands mánadagin, var neyðugt at finna nýtt reiðfólk til Braga. Valið fall á Elisabeth Niclasen ið hevur riðið nógv kapp.

 

Tað valið vísti seg at vera gott, Bragi og Elisabeth vunnu trygt sín riðil og høvdu eisini bestu tíðina hjá teimum vasknu hendan dagin. Nummar tvey gjørdist Svanna við Barbaru Carlsen og báki og nummar trý gjørdist Máttur og Oskar í Haraldsstovu.

 

Tíðir og frásøgn frá hinum greinunum kemur seinni.