Brak í Sarpugerði

Víkingarnir eru fullmannaðir, tá teir sklu aftur á beint. Hjá B36 er talan framvegis um manfall

Fótbóltur

 

Seinastu vikurnar hevur verið líkt til, at dysturin um silvurmerkini í Formula-deildini skuldi standa millum B36 og Víking.

Bæði tvey taptu tó í miðvikuni, og tí ræður um at fáa fulla úrtøku hesaferð, um fokus framvegis skal haldast á silvurinum.

Hjá Víkingi var tapið móti B68 tað fyrsta í átta umførum, og teir siga seg vilja aftur á beint sum skjótast. Og til uppgávuna kann Anton Skoradal stilla við sterkasta liði. Einasti spælarin, sum hevur verið ivasamur, er Sølvi Vatnhamar, sum endaði dystin mikukvøldið haltandi. Men hann royndi at renna aftur í gjárkvøldið, og hetta gjørdi hann uttan trupulleikar, eru boðini úr Sarpugerði.

Hjá B36 hevur mannfallið verið stórt seinastu vikurnar, og tað er lítið batnað undan sunnudegnum. Klæmint Matras hevur framvegis leikbann eftir reyða kortið, sum hann fekk móti Skála, og enn er Súni Olsen ikki førur fyri at spæla.

Hinvegin eru batar at hóma hjá Sam Malson og Inga Højsted. Enski áleyparin kom eisini á vøllin í tapinum í Fuglafirði, meðan Ingi Højsted hevur vant við fullari ferð í vikuni. So tað røkist kanska fyri, at teir báðir tveir eru partur av hópinum, sum fer til Gøtu sunnudagin.