Brandur fer aftur í eldin

Í Helsingborg er tað ikki bara farið aftur við borðinum, at føroyski spælarin í felagnum hevur átt stóran leiklut í tveimum landsliðssigrum

Í kvøld skal føroyski landsliðsspælarin Brandur Hendriksson Olsen aftur á vøllin í Helsingborg. Brandur og liðfelagarnir fáa vitjan av Kalmar FF, og talan er um uppgerð, ið snýr seg um at sleppa longur burtur frá hóttanini av niðurflyting. Helsingborg er á 14. plássi við 16 stigum, og Kalmar FF er á 15. og næstaftasta plássi við 14 stigum. Tvey tey aftastu flyta niður, og í kvøld verður tað 19. umfar av 30 hjá hesum báðum feløgunum.

Talan hevur verið um nógva mótbrekku hjá Brandi H. Olsen og liðfeløgunum í Helsingborg IF. Nógvu tey fyrstu umførini var úrtøkan ógvuliga soltin, og fyri stuttum var felagið rakt av koronu. Tað bar við sær, at tað ikki var møguleiki fyri regluligu venjingunum. Brandur kom sunnukvøldið til hús aftur eftir landsliðsferðina í Andorra, og mánadagin var reglulig venjing aftur á skránni.

Hugaligt var tað hjá teimum í Helsingborg IF, at tað á heimavølli ímóti høvuðsstaðarfelagnum Djurgården, sum er á fjórða plássi, eydnaðist at vinna 3-1. Hetta var sunnudagin 30. august, og síðani tá hevur tað ikki verið spælt í svensku landskappingini.

Tveir Helsingborg IF spælarar vóru í síðstu viku og fram til vikuskiftið upptiknir av landsdystum.

Annar er miðverjin Martin Olsson, sum svenski landsliðsvenjarin Janne Andersson sendi boð eftir til landsdystirnar ímóti Fraklandi og Portugal. Hann var tó ikki millum teir 23 á listanum, tá ið Frakland leygarkvøldið vann 1-0, og tá ið Svøríki í gjárkvøldið legði rygg til 2-0 tap ímóti Portugal og Cristiano Ronaldo, sum skoraði bæði málini. Báðir dystirnir vórðu spældir á Friends Arena í Solna uttanfyri Stokholm.

Hin landsliðsspælarin hjá Helsingborg IF er Brandur Hendriksson Olsen, sum sunnukvøldið var aftur í Helsingborg við tveimum sigrum – 3-2 ímóti Malta og 1-0 ímóti Andorra. Í felagnum er tað ikki bara farið afturvið borðinum, at teirra føroyski landsliðsspælari átti stóran lut í sigrunum báðum, at hann er millum lyklaspælararnar hjá Håkan Ericson, svianum, sum er venjari hjá Føroyum, og at hann við rimmar frísparki skoraði 3-2 sigursmálið ímóti Malta.

Nú snýr tað seg hjá Brandi H. Olsen og liðfeløgunum um lyklauppgerðina í botninum í Allsvenskan í kvøld ímóti Kalmar FF. Dysturin verður á Olympia Stadion í Helsingborg klokkan 18 føroyska tíð.