Brandur og innkomuvegurin

Eg veit ikki, hvussu fólkaræðið virkar í Sandoynni. Men her í Havn er tað soleiðis, at borgarstjórin lurtar eftir borgarunum og virkar teirra vegna.

 

Hava borgarar trupulleikar, er tað skylda borgarstjórans at gera alt, fyri at loysa hesar trupulleikar.

 

Sum eg havi sagt fleiri ferðir: Málið er rættiliga einfalt – ein partur av okkara borgarum fær ikki náttarfrið. Tað er skylda løgreglurnar saman við okkum at tryggja teimum teirra rættindi.

 

Og tað verður nú endiliga gjørt.

 

Fyri arbeiðið í Runavík ger hetta hvørki til ella frá, hava vit alment fingið at vita frá borgarstjóranum í Runavík.

 

Allir aðrir pástandir um, at fiskaflutningur og onnur koyring verður steðgað, eru púrasta tiknir úr leysari luft, og hava onki við veruleikan at gera.

 

Hartil er tað rættiliga primitivt at blanda hetta mál saman við innkomuvegnum í Havn. Tórshavnar kommuna hevur ikki biðið um tunnil til Eysturoynna ella Sandoynna.

 

Tunlarnir eru páduttaðir okkum av tí almenna, sum tí sjálvsagt má taka fíggjarligu fylgjurnar og kostnaðin fyri avleiðingarnar.

 

Her er onki, sum er “kvit og frit”. Avleiðingarnar av bæði Eysturoyar- og Sandoyartunlinum kosta Tórshavnar kommunu risastórar upphæddir.

 

Tað var Fólkaflokkurin i Tórshavnar býráð, sum í seinastu setu lorkaði Tórshavnar kommunu grótið úr Sandoyartunlinum av hondum. Og nú sita vit við avleiðingunum og rokningini.

 

Og nú sita vit haraftrat við einum fólkafloksmanni, sum hóttir við at forða løgtinginum í at veita Tórshavnar kommunu somu sømdir sum Runavíkar kommunu.

 

Sum sagt, eg skilji ikki, hvussu fólkaræðið virkar í Sandoynni, men í Fólkaflokkinum riggar tað eftir øllum at døma illa.

 

 

 

Heðin Mortensen

 

borgarstjóri í Tórshavnar kommunu