Brandur við til Champions League

Brandur H. Olsen er við í FCK-hópinum, sum í annaðkvøld hittir Bayer Leverkusen.

FCK skal í annaðkvøld í eldin í Champions League, tá ið teir í play off-dystunum – sum er seinasta umfarið áðrenn bólkaspælið – á heimavølli hitta týska Bayer Leverkusen.


Við í hópinum, sum venjarin, Ståle Solbakken, hevur úttikið, er føroyski Brandur H. Olsen. FCK hevur drigist við nakað fitt av skaðum í eina tíð, og Brandur, sum eitt nú í venjingardystum hevur víst seg at vera stinnur á besta liðnum, hevur fingið dystarboð og hevur sitið á beinkinum í Superliguni.


Nú er hann so eisini valdur at vera ímillum teir 18, sum skulu dystast í Chamions League í morgin. Hópurin er hesin:


1. Stephan Andersen
2. Tom Høgli
3. Pierre Bengtsson
4. Per Nilsson
6. Claudemir
7. Franco Mussis
8. Thomas Delaney
9. Bashkim Kadrii
11. Andreas Cornelius
15. Mikael Antonsson
18. Daniel Amartey
21. Johan Wiland
22. Steve De Ridder
23. Marvin Pourié
25. Mathias Zanka Jørgensen
32. Danny Amankwaa
33. Yones Felfel
36. Brandur Olsen