Tá eitt óhapp hendir, hevur tað sera stóran týdning at gera skjótt av.
Tað sigst, at skjót hjálp er dupult hjálp og tað er lítið at ivast í, at orðini eru sonn.
Men hvussu skal farast fram er ilt at vita, um ein ikki hevur júst tær røttu royndirnar, sjálvt hjá løgreglumonnum.
Hetta hevur Brandstøðin í Havn staðfest og tí høvdu teir boðið løgregluni til brandvenjing inni á Sundi hóskvøldið.
Petur Seloy, brandmeistari í Havn sigur, at endamálið var at vísa løgreglumonnum hvussu arbeiði skal gerast og hvussu langt løgreglan kann fara í sambandi við eitt nú ferðsluóhapp.
? Og fyri at síggja hvussu arbeiðið skal gerast er rættast at løgreglumenninir sleppa at gera arbeiði sjálvir og eg haldi at teir fingu nógv burturúr, sigur hann.
? Aftaná venjingina fingu vit ein kaffimunn á støðini hjá okkum, har vit eisini fingu tosað um hvussu vit fremja tað góða samstarvið millum stovnarnar.
Brandstøðin hevur fingið nýggjan kranabil og hann var í sama sambandi vístur fyri løgregluni