Við einum týðandi 1-0 sigri á útivølli móti Sandefjord, er Brann nú nærmasti kappingarneyti hjá Rosenborg í bestu norsku deildini. Tó er Brann heili fýra stig aftanfyri Rosenborg á øðrum plássinum, umframt at Rosenborg eigur ein til dyst til góðar í mun til Brann – ein dystur móti Vålerenga, sum verður spældur seinni í kvøld.
Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson Sørensen, ið er millum profilarnar á liðnum hjá Brann fekk fulla leiktíð í 1-0 sigrinum móti Sandefjord í dag.
Einsamalla málið í dystinum kom tá 27 minuttir vóru leiktir. Deyver Vega var málskjútti hjá Brann.