Brasil er víðari

HM 2022: Uttan Neymar var tað Casemiro, sum mátti senda Brasil á sigurskós

Brasil er víðari, eftir at hava vunnið tveir teir fyrstu dystirnar í bólkaspælinum í bólki G. Kappingin um at fylgja Brasil víðari er hørð. Sveis er í bestu støðuni.

 

Brasil – Sveis 1-0 (0-0)

 

1-0 Casemiro, 83

 

Tað er enn eina ferð Neymar, sum fer við yvirskriftunum. Hesa ferð tí hann ikki er við. Hann fekk ein takling á øklarnar í fyrsta dystinum og tað er ivasamt, nær hann verður tøkur aftur. Tað verður mett, at hann spælir aftur í hesum HM-endaspælinum.

 

Sveis stóð væl ímóti í dystinum. Í fyrra hálvleiki var minni munurin, men í seinna hálvleiki byrjaði Brasil at vísa andlit. Fyrst helt Vinicius Junior, at hann hevði lagt Brasil á odda, men VAR vísti eina rangstøðu í uppspælinum.

 

Sjey minuttir fyri tíð var gott spæl í vinstru, sum endaði við at Casemiro - í besta gamla Ronaldo stíli – smekkaði bóltin í málið. Luis Nazario de Lima Ronaldo sat sjálvur á leikvøllinum og hugt at.

 

Kamerun – Serbia 3-3 (1-2)

 

1-0 J. Castelletto, 29

 

1-1 S. Pavlovic, 45+1

 

1-2 S. Milinkovic-Savic, 45+3

 

1-3 A. Mitrovic, 53

 

2-3 V. Aboubakar, 63

 

3-3 E. Choupo-Moting, 66

 

Tað var málveitsla, tá Kamerun og Serbia møttust fyrra partin í gjár. Seks mál, trý í part. Leikliga hevði Serbia munin og vendi dystinum væl, eftir at Kamerun hevði lagt seg á odda. Tá Aleksandar Mitrovic skoraði til 3-1 mundu tey flestu halda, at Serbia fór at vinna.

 

Dysturin vendi, tá venjarin hjá Kamerun, fyrrverandi landsliðsspælarin Rigobert Song, sendi sjálvvissa áleyparan, Vincent Aboubakar, á vøllin. Hann byraði við at lyfta bóltin í málið til 3-2, og løtu seinni átti hann uppleggi, tá E. Choupo-Moting javnaði til 3-3.

 

Kamerun hevur annars sent málverjan, André Onana, heim. Hann er klárt fyrstaval, men málverjin vil ikki spæla langar bóltar í uppspælinum. Brasil og Kamerun møtast í seinasta umfarinum.

 

Bólkur G:

1: Brasil 6

 

2: Sveis 3

 

3: Kamerun 1

 

4: Serbia 1