U-20 HM kappingin endaði í nátt í Bogota í Colombia við finaluni millum Brasilia og Portugal. Eftir longda leiktíð vann Brasilia dystin 3-2 og er harvið heimsmeistari fyri U-20 landslið fyri fimtu ferð.
Tað var annars ein rímiliga tung uppgáva, tí Portugal hevði ikki latið eitt einasta mál inn undan finaluni, og av tí sama vóru tað mong, sum ikki vóru glað fyri at landið endaði í finaluni við sínum defensiva spæli.
Men spæælið í finaluni var gott og als ikki so verjukent frá Portugal, sum óttast kundi fyri.
Brasilia brúkti tó bert fimm minuttir at strika tað møguliga metið, sum Portugal kundi seta, við at fara gjøgnum alla kappingina uttan at skorað varð móti liðnum eitt bragd, ið Brasilia sum einasta lið hevur megnað.
Hetta kom eftir fríspark, sum Oscar setti beinleiðis í netið. Viðmerkjararnir hjá Eurosport gjørdu annars alt teir kundu fyri at sannføra hyggjaran, at talan í veruleikanum var um eitt sjálvmál, men sjálvt um ein portugisari helst nam við bóltin við høvdinum, broytti bólturin ikki kós, og málið er alment tilskrivað Oscar.
Tað gingu tó bert fýra minuttir, so var stórt hol í brasiliansku verjuni, og so kundi Alex javna.
Í 58. minutti fór Nelson Oliveira ein solotúr, og frá ógvuliga spískum vinkli fekk hann lagt Portugal á odda. Eitt dropp av Gabriel í Brasiliamálinum.
12 minuttir fyri tíð var Oscar tó aftur á blettinum og tryggjaði longda leiktíð. Og í 111. minutti avgjørdi Oscar so finaluna við sínum hattricki, tá hann legði eitt innlegg/skot í handara hornið frá spískum vinkli.