Upptakt
B36 misti seinastu vónina um gullið fyri viku síðani, og nú skal felagið ístaðin hugsa um silvurmerkini og harvið europeiskan fótbólt til komandi kappingarár.
Bara tann umstillingin í sjálvum sær kann væl verða tung hjá leikarunum, og hartil noyðist liðið eisini at vera tveir týðandi leikarar fyriuttan. Alex dos Santos fekk reytt kort í grannauppgerðini, og hann er so ikki tøkur til dystin hesaferð. Tað er Allan Mørkøre heldur ikki, eftir at hann fekk sítt triðja gula kort og harvið leikbann.
Upplagt er, at avloysararnir vera Arnbjørn Danielsen, sum móti HB kom inn sum vinstri vongur, meðan Kenneth Jacobsen helst fer at taka plássið á høgra bakki.
Hartil er eitt sindur ivasamt, hvørt Bárður Mortansson verður tøkur til dystin. Hann skuldi skurðviðgerast í munninum fríggjadagin, og so er spurningurin, um tað krevur nakrar dagar steðg frá fótbóltinum.
Í Vági ásanna tey, at talan kann gerast um tungt tak hesaferð. Verjuálitið, Eyðun Jacobsen, er leikbannaður, og tað sama er stjørnuskotið á miðvøllinum, Poul N. Poulsen. Hartil hevur VB sagt farvæl til Palla Augustinussen og Mortan í Hørg, sum báðir eru farnir av landinum at arbeiða. Møguleiki er tó fyri, at teir koma heim til dystin.