Beint áðrenn rætturin í Oslo fór í døgurðasteðg fyri einum hálvum tíma síðani, fór Anders Behring Breivik at gráta. Hetta hendi, meðan rætturin spældi ein stuttfilm, sum Breivik sjálvur hevur gjørt, og sum er ein propagandafilmur ímóti islam.
Tað var týðiligt, at tað kom óvart á øll í rættarsalinum, at tann ákærdi feldi tár, hóast tað ikki var, tí at hann iðraði seg um tað, sum hann er ákærdur fyri. Tað kom eftir øllum at døma eisini óvart á sálarfrøðingarnar, sum hava kannað Breivik.
Anders Behring Breivik varð í morgun alment ákærdur fyri yvirgang og fyri at hava kostað 77 fólkum lívið tann 22. juli í fjør. Spurdur, svaraði hann, at hann heldur seg ikki hava gjørt nakað revsivert. Hann endurtók samstundis, at hann viðurkennir ikki rættin.
Fyrrapartin hevur ákæruvaldið lisið úr tí sera drúgva ákæruritinum, og hetta heldur fram seinnapartin. Breivik fær orðið í morgin.