Breivik verður ikki leyslatin

Umsóknin hjá honum verður ikki gingin á møti - men dómurin verður skotin inn fyri hægr rætt

Ntb/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað er nú greitt, at norski hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, verður ikki leyslatin. Hann er dømdur at sita í varðhaldi í 21 ár fyri hópdrápini í Oslo og á Utøya, men nú hann hevur sitið í 10 ár hevur hann rætt til at søkja um at verða royndarleyslatin.

 

Tað gjørdi hann herfyri, men í dag hevur rætturin avgjørt ikki at ganga umsóknini á møti, so hann skal verða sitandi í varðhaldinum. Men verjin hjá honum sigur í eini viðmerking til miðlarnar, at Breivik ætlar at at skjóta avgerðina inn fyri hægri rætt. Hóast dómurin verður skotin inn fyri hægri rætt kann rætturin vísa málið frá um mett verður, at tað eingin møguleiki er fyri at ganga dómurin verður broyttur.

 

Niðurstøðam hjá rættinum er, at Breivik er ikki stórvegis broyttur og at hann enn hevur somu hugsjónir, sum hann hevði, tá ið hann framdi hópdrápini. Rætturin sigur eisini, at tey hava ikki álit á tí, sum Breivik førdi fram um at hann nú tekur frástøðu frá harðskapi og fer ikki at taka til harðskap í royndunum at vinna undirtøku fyri hugsjónum sínum.

 

Annars fyrireikar Breivik seg til eitt nýtt sakarmál ímóti norska statinum. Hann heldur nevniliga, at umstøðurnar hann hevur í fongslinum, eru brot á mannarættindini. Hann hevur roynt sama sakarmál fyrr, men tá fekk hann ikki viðhald.

 

Ntb/Reuters/Ritzau Scanpix