Tað varð eitt dýrt brek, tá ið tann eini motorurin á Smyril fór so illa í summar, at hann gerst ikki aftur.
Smyril er tryggjaður, men kortini er ein sjálvsábyrgd á tvær milliónir, sum landið má bera, umframt útreiðslurnar til avloysaraskip.
Avloysaraskipið er funnið og tað verður Norrøna, og hon fer at sigla á Vág í tríggjar vikur, frá týsdegnum 21. januar at rokna.
Vinnumálaráðið upplýsir, at Norrøna kostar 240.000 krónur um dagin at leiga og tað gevur tilsamans 5.040.000 krónir í leigu til Smyril Line.
Men harafturat skal Norrøna rinda 600.000 krónur í Havnagjaldi til Vágs Havn.
Men hetta fer eisini at føra eina eykaútreiðslu á 400.000 krónur til farmaflutning ímillum Vág og pakkhúsið á Krambatanga, og til eyka fólk at binda og loysa Norrønu og at leiðbeina ferðsluna, o.s.fr.
Sostatt kostar Norrøna tilsamans 6.040.000 milliónir krónur og tá ið sjálvsábyrgdin á tvær milliónir verður løgd afturat, verða beinleiðis útreiðslurnar hjá landskassanum fyri motorbrekið á Smyrli, tilsamans 8.040.000 krónur.
Les eisini: Suðuroyarsiglingin hjá Norrønu byrjar 21. januar