Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti mátti leggja rygg til eitt 20-37 tap móti Svøríki í Uppsala í tí fyrsta EM-undankappingardystinum í bólki 7.
Í fyrra hálvleiki sá tað heilt gott út hjá føroysku kvinnunum. Ta einu løtuna var munurin var 12-10 til Svøríki, men móti endanum av hálvleikinum fekk Svøríki gongd á aftur og var á odda 19-13 í steðginum.
Evalina Eriksson í svenska málinum var føroysku kvinnunum boysin í seinna hálvleiki. Hon bjargaði 10 av 17 skotroyndum hjá føroysku kvinnunum. Føroyska liðið brendi eisini tvey av trimum brotskøstum.
Føroysku kvinnurnar vístu í løtum gott álopsspæl, og tær fingu eisini rós fyri tað á svensku sjónvarpsrásini, SVT 2, men neyvleikin manglaði tíverri.
Komandi sunnudag klokkan 15 spæla føroysku kvinnurnar móti Íslandi, ið ikki hevur sama klassa sum Svøríki. Skulu føroysku kvinnurnar hava ein møguleika at vinna seg til EM-endaspælið er tað týdningarmikið at fáa stig móti Íslandi sunnudagin.
Svøríki-Føroyar 37-20 (19-13) - Undankappingardystur í bólki 7.
Føroyar: Jana Mittún 4, Brynhild Pállsdóttir 3, Pernille Brandenborg 3, Maria P. Nólsoy 3, Lív S. Poulsen 2, Elsa Egholm 2, Turið A. Samuelsen 1, Súna K. Hansen 1, Bjarta O. Johansen 1.
Annika Fríðheim Petersen bjargaði 10 av 47 skotroyndum, ið er eitt bjargingarprosent upp á 21,28 prosent. Jana Mittún var vald at vera besti leikarin hjá Føroyum.
Ísland vann stórsigur 32-14 á Luksemborg á heimavølli ígjár. Í steðginum var Ísland á odda 19-7.
Ísland og Svøríki hava tvey stig hvør, meðan Føroyar og Luksemborg einki stig hava.