Bretar hækka hóttanarstigið eftir miseydnað álop

Vandin fyri yvirgangi er øktur í Bretlandi, har tað í gjár var ein spreinging, ið verður hildin at vera ein yvirgangsætlan.

 

Teknikarar arbeiddu í dag á Rutland Avenue í Liverpool, eftir eina spreingin í einum hýruvogni í gjár. Løgreglan hevur lýst hendingina sum ein yvirvangsatsókn. - Foto: Ed Sykes/Reuters

Bretland hevur hækkað hóttanarstigið eftir at eitt yvirgangsálop miseydnaðist í Liverpool í gjár.

 

Tað upplýsir bretski innanríkisráðharrin, Priti Patel, í dag sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Støðið er hækkað frá »munandi« til »álvarsamt«, sum merkir, at stór sannlíkindi eru fyri yvirgangsálopi. Tað er eitt stig av fýra á einum skala, sum gongur upp til fimm.

 

Tað er bretska miðstøðin fyri yvirgangsgreining. JTAC, sum hevur tikið avgerðina um at hækka hóttanarstigið.

 

– Tað er ein orsøk til tess, og hon er, at vit í gjár hvødu aðru hending í ein mánað, sigur Priti Paterl sambært Sky News.

 

Hon vísir á – umframt spreingingina í Liverpool í gjár – drápið á konservativa tingmannin David Amess, sum varð stungin niður fyri einum mánaði síðani.

 

Spreingingin í gjár hendi í einum hýruvogni uttan fyri eitt sjúkrahús í Liverpool. Løgreglan hevur boðað frá, at talan er um eina yvirgangsatsókn.

 

Eitt ferða fólk í hýruvogninum doyði, meðan bilførarin varð særdur.

 

Løgerglan heldur, at bilførarin hevði eina bumbu í hýruvogninum.

 

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sigur í eini fráboðan í dag, at málið er ein áminning um, at Bretland framvegis skal ansa sær fyri hóttanum.

 

– Eg kann ikki viðmerkja smálutir í málinum ella um motivið, sigur Johnson sambært Reuters á tíðindafundi.

 

Fýra mans eru handtiknir í Liverpool-málinum. Allir verða hildnir at hava samband við ferðafólkið í hýruvogninum, sum doyði av spreingingini.

 

Higartil hevur løgreglan ikki viljað sagt nógv í málinum. Hon er sagt, at motivið handan yvirgangsætlanina er ógreitt.

 

/ritzau/

 

 

 

Teknikarar arbeiddu í dag á Rutland Avenue í Liverpool, eftir eina spreingin í einum hýruvogni í gjár. Løgreglan hevur lýst hendingina sum ein yvirvangsatsókn. - Foto: Ed Sykes/Reuters