Bretland vísir Grønlandi áhuga

- Vitjanin ber boð um tann týdning, sum Bretland leggur í viðurskiftini við Grønland og tey handilssambond, sum eru landanna millum, verður sagt.

Í juni hittust sendikvinnan, Emma Hopkins og landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Múte B. Egede.

Bretska sendikvinnan í Danmark, Emma Hopkins, fer til Grønlands á vitjan í næstu viku. Hon skal vitja í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk og Ilulissat.

 

Í juni mánaði í ár hittust gønlendski landsstýrisformaðurin og sendikvinnan, og nú skulu tey so hittast aftur. 

 

Sambært Sermitsiaq fara tey serliga at røða um handil, fiskivinnu og veðurlagsbroytingar.

 

Saman við einari sendinevnd á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn skal hon eitt nú hitta fleiri limir í grønlendska landsstýrinum.

 

Her skulu tey eisini røða um samstarv landanna millum.

 

Í tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq endurgevur, verður sagt, at vitjanin ber boð um tann týdning, sum Bretland leggur í viðurskiftini við Grønland og tey handilssambond, sum eru landanna millum.

 

Meira um vitjanina hjá bretsku sendikvinnuni í Grønlandi kann lesast í www.sermitsiaq.ag

 

 

 

Í juni hittust sendikvinnan, Emma Hopkins og landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Múte B. Egede.