Euan Cherry/Ritzau Scanpix

Bretska stjórnin fer at forða skotskari lóg um kynsskifti

Lóg um kynssamleika fer væntandi at føra til hart politiskt og løgfrøðiligt stríð millum London og Edinburgh.

 

Euan Cherry/Ritzau Scanpix

Bretska stjórnin ætlar at forða eini umstríddari skotskari lóg, sum skal gera tað lættari at fáa kynsskifti, sigur ráðharrin fyri Skotlandi í bretsku stjórnini í London, Alister Jack.

Væntað verður, at málið fer at føra til eina harða politiska og løgfrøðiliga uppgerð millum báðar stjórnirnar.

Alistar Jack sigur, at hann óttast, at skotska lógin, um hon hon verður sett í gildi, fer at gera tað lættari fyri fólk at broyta lógliga viðurkenda kynið, sum kann fáa eina negativa ávirkan á javnstøðu í Onglandi, Skotlandi og Wales.

– Eg havi avgjørt at senda eini kravboð sambært grein 35 í skotsku lógarreglunum frá 1998 um at forða ætlanunum hjá skotska tjóðartinginum, soleiðis at uppskotið steðgar og ikki verður til lóg, sigur Jack.

Vísandi til lógir og reglur, sum førdu til stovnanina av skotska tjóðartinginum í 1999, kann London steðga lógum, sum bretskir ráðharrar halda vera skaðiligar fyri rættarsamfelagið.

Skotska lógaruppskotið varð samtykt í skotska tjóðartinginum í desember við einum meiriluta við 86 atkvøðum fyri og 39 ímóti.

Men av tí at Skotland og ein partur av Bretlandi, skal lógin undirskrivast at sitandi monarkinum, Charles kongi. Og bretska stjórnin kann steðga hesum, so nýskipanin als ikki kemur til nýggja kongin til undirskrivingar.

Skotska nýskipanin hevur sum endamál at gera tað lættari at fáa kynsskifti.

Millum annað verður ikki neyðugt longur at skulu diagnostiserast við kynsdysfori, altso har kynssamleikin ikki svarar til tað kyn, tú hevur fingið við føðing.

Nýskipanin lækkar eisini markið fyri, nær tú kanst fáa kynsskifti, frá 18 til 16 ár.

Sambært The Times fer bretski forsætisráðharrin, Sunak, í næstu viku taka støðu til málið eftir tingingar við bretska ráðharran fyri Skotland, Alister Jack.

Tað lógin varð samtykt í desember segði skotska ráðfrúan fyri sosialt rættvísi, Shona Robison, tað vera ein »søguligan dag fyri javnstøðu í Skotlandi«.

– Tað ger tilgongdina einfaldari fyri, at ein transkyndur persónur kann fáa eitt kynsviðurkenningarskjal, sum nógv higartil hava hildið fer ov langt um mark, er sjúkugerandi og bureaukratiskt.

– Lógin er eitt týdningarmikið stig á veg til størri javnstøðu í Skotlandi, har transkyndir persónar kenna seg virðismettar, roknaðir uppí og styrktar, segði hon. 

/ritzau/Reuters

 

 

Euan Cherry/Ritzau Scanpix