Bretsku ítróttarfjølmiðlarnir eru ikki kendir fyri at vera serliga mjúkir at strúka, tá tað kemur til óheppin ítróttarfólk. Hetta hava bæði Glenn Hoddle, David Beckham og danski dómarin Kim Milton Nielsen, sum sendi Beckham av vøllinum í HM kappingini í fjør, kent sviðan av.
Tað er í hesum døgum heldur ikki serliga stuttligt at vera Matthew Elliott, sum varð rikin av vøllinum á Svangaskarði leygardagin fyri at gera nakað, sum kanska var enn býttari enn tað, Beckham gjørdi móti Argentina fyri einum góðum ári síðani.
Bretsku ítróttarskrivararnir gera sum so ikki so nógv burturúr sjálvum dystinum, men hyggja nógv eftir útvísingini, ið teir síggja sum høvuðsorsøkina til, at Skotland ikki megnaði at vinna á føroyska liðnum.
»Fiasco in the Faroes«, skrivar Soccernet, ið er at meta nakað sum Reuter á internetinum.
»Maðurin, sum má bera størstu skommina fyri Skotland, er Matt Elliott. Brown (skotski venjarin, blðm.) segði, at landsliðskarrieran hjá verjuspælaranum nú er sera ivasom, eftir at hann bleiv tann 11. skotski spælarin nakrantíð, sum bleiv útvístur í altjóða týðandi dysti, eftir at hann hevði sligið Toda Jónsson í andlitið fá sekund fyri hálvleik«, skrivar Fraser Mackie, sum var millum skotsku tíðindafólkini á Svangaskarði.
»Elliott, sum var partur av Leicester City-liðnum, ið bleiv nummar tvey á Fair Play-listanum í Premier League í ár, gloymdi sín professionella hugburð eftir heima, tá hann sera tápuligt svaraði skumpinum frá Toda Jónsson aftur við at sláa føroyska áleyparan í andlitið«, eru orðini hjá Fraser Mackie.
Liðugur á landsliðnum
Eisini í TeamTalk fær Elliott toyggið:
»Matt Elliott kann hava spælt sín síðsta landsdyst fyri Skotland eftir útvísingina móti Føroyum. Við útvísingini vóru skotar bert 10 móti 11 føroyingum ? ein veruleiki, ið bleiv revsaður, tá eitt av veikastu liðum í Europa í yvirtíðini skoraði eitt dramatiskt útjavnandi mál.
Útvísingin oyðilegði 50. dystin hjá Craig Brown, og venjarin hevur longu givið ábendingar um, at Leicester-verjuspælarin ikki hevur nakra framtíð á skotska landsliðnum«, skrivar TeamTalk, sum leggur afturat, at útvísingin av Elliott (teir nevna hana fleiri ferðir upp í saman) hevur brostið skotsku dreymarnar um Euro 2000, tí Skotland nú skal vinna á útivølli móti Kekkia í morgin.
Ikki so ironiskt
Annars skriva hesar báðir internet-tíðindastovnarnir ikki heilt so nógv um sjálvan dystin. TeamTalk heldur, at føroyska liðið spældi ov hart, og at umstøðurnar kundu verið betri, men báðir nevna, at føroyska liðið eisini hevði sínar møguleikar, men at Skotland var væl betra liðið og sjálvandi átti at vunnið.
Eitt sindur av ironi er eisini at lesa millum linjurnar, tá skrivað verður um Føroyar og føroyska liðið (m.a. kallar Soccernet vøllin á Svangaskarði fyri »a Stadium on a cliff-side« ? leysliga umsett til eitt stadion í einum bergi), men tað verður ikki farið so illa við Føroyum, sum vit hava sæð fyrr, eitt nú í donsku fjølmiðlunum, áðrenn Allan Simonsen bleiv venjari?
Sky tevjar blóð
Kenda sjónvarpsrásin Sky Sports nevnir eisini dystin á síni internetsíðu, og meðan skotski venjarin Craig Brown aftaná dystin tosaði um framtíðina hjá Matt Elliott, tevjar Sky blóð og hugsar um framtíðina hjá Brown sum venjara.
»Eg haldi bert fram, um mínir arbeiðsgevarar eru áhugaðir í at halda fram við sáttmálanum, sum er galdandi fram til 31. desember 2001«, verður Craig Brown endurgivin fyri at siga við Sky.
»Men eg eri eitt sindur vónsvikin av at verða spurdur um hetta eftir bert ein ósigur í seinastu seks dystunum. Mín framtíð liggur ikki í mínum hondum. Men tit kunnu siga frá mær, at eg ikki rými mín veg«, sigur Craig Brown.
Skotski venjarin sigur við Sky, at hann heldur Skotland hava eitt gott lið.
»Men um spælararnir ikki stríðast og ikki taka uppgávuna í 100 prosents álvara, mást tú spyrja teg sjálvan«, sigur Brown.
Hann og skotsku spælararnir komu heim til yvirskriftir á leið við tær, sum fyrrverandi enski venjarin Graham Taylor mátti leggja rygg til, men hann er avgjørdur í, at Skotland skal við til EM, hóast hann viðgongur, at hetta nú bert ber til gjøgnum 2. plássið og »play-offs«.