Bretskur vinstri bakkur til AB

Betri deildin menn: Sam Pollard hevur spælt fótbólt í Onglandi, USA og Avstralia

Hevur hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við 23 ára gamla vinstra bakkin, Sam Pollard. Yrkisleiðin hjá honum telur lond sum Onglandi, USA og Avstralia.

 

- Hann er upprunaliga breti og er føddur í Blackburn í Onglandi. Hansara fótbóltsleið hevur tó ført hann víða um í enskttalandi heiminum. Síðstu árini hevur hann bæði spælt fótbólt í USA og Australia, men eftir nýggjár fær hann nýggjan fótbóltsbústað, skrivar AB og leggur afturat:

 

- Tá verður hann nevniliga at finna á einum staði, har vit eftirhondini eisini eru blivin rættiliga góð at tosa enskt - tað er sjálvandi inni í Vika á Argjum. Tann 23 ára gamli bretski vinstri bakkurin, Sam Pollard, hevur skrivað undir sáttmála við AB fyri kappingarárið 2023.

 

Hann hevur millum annað spælt college-fótbólt í USA og verið partur av Perth Glory.

 

- Sam hevur spælt college-fótbólt í USA, og eisini hevur hann verið í ungdómsdeildini hjá Perth Glory, ið er eitt felag í A-League í Australia, sum er besta fótbóltsdeildin í Australia. Hægsta støðið, sum hann hevur spælt á, er næstbesta deildin í Australia, har hann hevur spælt við felagnum, Perth Redstar, skrivar AB.

 

AB hevur í vetur selt Matthias Præst Nielsen til HB, meðan spælarar sum Erik McCue, Yevhenii Kholmetskyi og Jonas Sapienza halda ikki fram.