Breyt eitt glas í andlitið á einum duravørði

Tvær ferðir upp á eina lítla løtu mátti løgreglan eftir sama manni og nú er hann fongslaður

Í gjár varð ein maður dømdur at sita í varðhaldi, tí hann er skuldsettur fyri harðskap og hóttanir. Tað var mánakvøldið, at tað varð ringt til løgregluna av einum skeinkistaði tí ein maður var komin inn, hóast hann var óynsktur. Løgreglan fór eftir honum og fekk á dyr, uttan nakað hóvasták.

 

Men eina lítla løtu seinni varð aftur ringt til løgregluna av sama skeinkistaði, tí nú var maðurin inni aftur og hesa ferð hevði hann verið harðligur ímóti einum fólki, sum hevði fingið skaða.

 

Løgreglan sigur, at hann hevði sett seg upp ímóti einum duravørði á staðnum og hevði brotið eitt glas í andlitið á honum. Duravørurin skar seg í andlitið og mátti á skaðastovuni at fáa pentur í.

 

Løgreglan fór aftur eftir manninum og hesa ferð varð hann tikin við á støðina og settur í brummuna. Løgreglan sigur, at síðani er tað eisini komið fram, at hann hevur hótt ein annan við harðskapi. Tá ið hann var kannaður, hevði hann eina hassjpípu uppi á sær og tað er hann eisini skuldsettur fyri, umframt at hann eisini er skuldsettur fyri harðskap og hóttanir.

 

Løgreglan sigur, at maðurin hevur framt harðskap fyrr og tískil varð hann førdur fyri rættin seinnapartin í gjár. Har dømdi rætturin hann at sita í varðhaldi í fýra vikur ímeðan alt málið verður kannað. Tá ið málið er kannað, verður maðurin so aftur førdur fyri rættin, har hann so fær tann endaliga dómin.