Fyri einum góðum tíma síðani fekk løgreglan boð um, at onkur var í ferð við at bróta inn í viðtaluhølini hjá kommunulæknanum í Kollafirði.
Løgreglan fór avstað alt fyri eitt avstað, og tað gekk ikki mætari enn so, enn at teir lukkaðust á staðið ímeðan tjóvurin enn var inni hjá læknanum.
Sostatt varð hann tikin á búri, so løgreglan fekk handtikið hann beinanvegin. Hann er síðani førdur á løgreglustøðina í Havn, har hann er til avhoyringar í hesi løtu.
Løgreglan sigur, at síðani skal støða takast til, um innbrotstjóvurin verður latin leysur aftur, ella um hann skal førast fyri rættin við kravi um, at hann verður varðhaldsfongslaður í eina tíð, ímeðan løgreglan fer endaliga greiði á málinum, og maðurin kann førast fyri rættin til endaliva dómsviðgerð.