Brian helst fingið fipur í baklærið

Betri deildin menn: Alt bendir á, at áleyparin hjá B36 má sita yvir í Evropa

Tað var ein beiskur biti hjá B36, at síggja Víking fara avstað við øllum stigunum í seinasta minuttinum av vanligu leiktíðini í landskappingardystinum í gjár. Víkingur vann 2-1, eftir at B36 annars kom á odda tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Eitt stórt korter fyri tíð var støðan 1-1, tá Brian Jakobsen brádliga legði seg á vøllin eftir ein tvídyst á miðjuni. Áleyparin, ið hevur skorað seks ferðir, síðani hann kom aftur frá skaða í ár, tók seg til baklærið og bleiv skiftur út.

 

Í stuttari viðmekring eftir dystin visti høvðuspersónurin ikki við vissu, um talan er um fipurspreinging, men tað er næstan alt, ið bendir á tað. Í samrøðu við FM1 segði venjarin hjá B36, Dan Brimsvík, at heldur ikki visti við vissu, men ásannaði at tað ikki sær gott út.

 

- Nú havi eg ikki tosað við Brian enn, men hann tók seg til baklærið og tað er ikki gott. Hvussu vit takla tað, tað mungu teir komandi dagarnir vísa, segði Dan Brimsvík.

 

B36 hevur fingið Hannes Agnarsson í hópin. Fyribils í ein mánað. Dan Brimsvík segði eftir dystin móti KÍ í Gundadali, at B36 leitaði eftir einum avloysarar fyri Uros Stojanov, ið er farin til Skála.

 

Næsti dystur hjá B36 er móti FK Borac Banja úr Bosnia Herzegovina í Europa Conference League. Hópurin fer avstað úr Føroyum sunnukvøldið, so er spurningurin, um B36 klárar at finna ein áleypara áðrenn í annaðkvøld.

 

##ms##