Brian Laudrup koyrdur: Hvat havi eg gjørt galið?

HM 2022: Danska landsliðshetjan er uppsøgd á TV2, men skilur einki av tí heila

Tað hevur vakt ans í donskum miðlum, at Brian Laudrup er uppsagdur sum fótbóltsviðmerkjari á donsku sjónvarpsstøðini TV2. Hetta hendir eftir, at hann hevur gjørt eina samrøðu í samstarvið við Visit Dubai um HM 2022.

 

TV2 sigur í tíðindaskrivi, at tað ikki samanpakkar við leiðina hjá TV2, at Brian Laudrup er partur av einum átaki fyri Dubai, sum ikki lýkur øll krøv viðvíkjandi eitt nú menniskjarættindum. Hetta er eitt mál, sum hevur vunnið nógv fram, eftir at Katar fekk rættindini at hýsa HM.

 

Tað er í fleiri førum prógvað, at arbeiðsfólk bæði eru blivin álvarsliga sjúk og deyð, eftir at hava arbeitt í ómenniskjaligum umstøðum í Katar. Brian Laudrup skilur tó ikki nógv at tí heila, men er harmur um, at hann ikki visti hetta áðrenn.

 

- Í Dubai hava tey Legoland, tú kanst drekka Carlsberg og B&O, og so spyrji eg hvat er ræðuligt, sum eg havi gjørt?

 

Hann sigur víðari, at hevði hann vita av hesum, so hevði hann ongantíð gjørt hesa samrøðuna.