Brian Olsen á landsliðið

Eitt sindur av útskifting er í landsliðshópinum, og hesaferð hevur Brian Kerr sent boð eftir miðvallaranum Briani Olsen, sum spælir fyri EB/Streym.

 

Føroyar spæla ímóti Eysturríki í Graz um eina viku, og spælararnir, sum eru tiknir út til dystin, eru hesir:

 

Jóhan Troest Davidsen, Einar T. Hansen, Jann Ingi Petersen, Bogi Løkin NSÍ

Egil á Bø, Levi Hansen, Brian Olsen EB/Streymur

Atli Gregersen, Súni Olsen, Andreas Lava Olsen Víkingur

Jákup Mikkelsen, Atli Danielsen KÍ

Jákup á Borg B36

Jóan Símun Edmundsson B68

Fróði Benjaminsen HB

Bartal Eliasen ÍF

Gunnar Nielsen Manchester City

Jónas Tór Næs, Hvidovre

Christian L. Holst Silkeborg

Símun Samuelsen Keflavík