Bringumynd av Árna Olsen avdúkað

Í dag hevur almenn móttøka verið á Landssjúkrahúsinum í samband við at liðin eru 40 ár síðan psykiatriska deildin í Føroyum lat upp.

Á móttøkuni varð millum annað avdúkað nýggj bringumynd av slóðbrótaranum fyri psykiatri í Føroyum, yvirlækna Árna Olsen, sála, sum Andreas Andreasen hevur gjørt.

Yvirlækni Árni Olsen gjørdist í mong ár ímyndin av psykiatriskari viðgerð í Føroyum fyri tað slóðbrótandi arbeiði, sum hann, saman við góðum fólki, gjørdi fyri at grundfesta psykiatri her á landi.

Tordis Johannesen, sum um sama mundið, sum Árni Olsen byrjaði sum psykiatari í Føroyum í 1967, varð sett sum skrivari hansara, segði millum annað í røðu í dag, at »tí var tað eitt satt bragd at fáa psykiatrisku deild setta á stovn. Sum tíðin leið blivu starvsfólkini sjálvandi fleiri og fleiri. Og eg haldi, at vit øll høvdu eitt gott og harmoniskt samstarv, ikki minst takkað verið Árna Olsens framúr góðu leiðaraevnir. Hann var so hugnaligur og interessantur, tað vísti seg fyri okkum, sum hann visti alt um alt. Vit hildu ómetaliga nógv av honum og høvdu stóra virðing fyri honum. Stuttligur var hann eisini. Tí er tað gleðiligt, at vit í dag kunnu seta honum eitt virðiligt minnismerki«.

Hon greiddi eisini frá, at tað hevði verið sera tiltrongt í nógv, nógv harrans ár, tá seingjardeildin var liðug til at taka sjúklingar inn í 1969, tí sum øll vita, hevði tað verið sera tungt og syrgiligt fyri bæði tann hart sjúkurakta og hansara avvarðandi at hava hann ella hana heima.

Tað varð tann 29. oktober í 1969 at psykiatriska deild P21 ? seinni deild 1 - á Statshospitalinum í Tórshavn lat dyrnar upp á fyrsta sinni.