Sigast má, at tað gongur støðugt niður at bakka hjá heimsins einaferð størstu og mest vælumtóktu poppstjørnu. Enn einaferd hevur víðagitna amerikanska songstjørnan Britney Spears søkt um hjálp viðvíkjandi sínari vaksandi alkohol misnýtslu. Hetta er triðju ferð hjá Britney í bert 10 døgum.Viðgerðina fær hon í Promises Treatment Center í Malibu, júst sama stað hon rýmdi frá fyri minni einum samdøguri síðani. Tó vilja summi fólk vera við, at hesuferð er tað ikki bert ein spurningur um hennara alkohol misnýtslu, at hon sjálv hevur valt at blíva innløgd til avvenjingar. Orsøkin skal liggja í, at Britney Spears og fyrrverandi maðurin Kevin Federline nevniliga eru beint í einum stríði um fulla foreldramyndugleikan yvir teir báðar synirnar, 5 mánaða gamla Jayden James og 17 mánaða gamla Sean Preston. Skal Britney hava nakran møguleika at vinna tað stríðið, er tað henni tí alneyðugt at sleppa sær av við sína misnýtslu. Mark Vincent Kaplan, sum er sakførari hjá fyrrverandi manninum Kevin Federline, hevur enntá staðfest at upprunaliga ætlanin var at halda rættarfund í dag viðvíkjandi foreldramyndugleikanum, men at tað nú er blivið avlýst vegna tað, at Britney sjálv er farin aftur til avvenjingar. Ætlanin ljóðar ógvuslig nú soleiðis, at Britney skal vera á klinikkini í samfullar 45 dagar, har hon skal vinna á sínum alkohol trupuleikum. Avtalan ljóðar eisini at Kevin Federline passar uppá børnini, meðan Britney fær hjálp. Samstundin sigur sakførarin, at hetta er síðsti møguleikin hjá Britney Spears. Megnar hon ei heldur hesaferð at koma burturúr misnýstluni, vil Federline fáa sera góð kort í hondina, og vil tískil gera alt í sínari megi fyri at fáa fullan foreldramyndugleika. Hetta er langt frá einasti niðurtúrurin hjá Britney seinastu tíðina. Ikki bert hevur hon júst verið gjøgnum ein ljótan hjúnaskilnað og mist nógvan pening, eisini er hon blivin løgd undir at verða ein serstakiliga vánalig fyrimynd sum mamma, vegna sína misnýtslu. Og sum tað ikki var nokk, so valdi hon fyri nøkrum fáum døgum síðani undir óvanligum umstøðum, at klippa sær heilt skalluta, og tað førdi sjálvsagt eisini eitt øðiligt rok við sær kring allan heimin. So tað eru sera strævnar tíðir, ið Britney hevur frammanfyri sær, um hon skal megna at vinna allar sínar fjepparar, og børn, aftur til sín.
Anna Rødgaard, í starvsvenjing