Brokk!

Lat tað verða sagt beinan­vegin – Er tað nakað, danir eru heimsmeistarar í, so er tað at brokka seg.
Danir brokka seg um alt. Óansæð um tað er stórt ella smátt, riggar av fjandanum til ella er næstan perfekt. Tað eru einfalt líka nógvar meiningar um ALT – livandi og deytt – sum tað ganga danir á jørðini, og teir fýra ikki fyri at lata onnur vita tað.
Føroyingar hava ikki hetta sama í sær. Vit eru meira konservativ við okk­ara meiningum, ganga ikki og garta upp um allar geilar yvir hvørt smáting. Jantu­lógin stendur í besta blóma, og tað er næstan beinleiðis ófólkaligt at glepsa eitt sindur. So vit lata sum oft­ast vera. Í øllum førum halda vit tað innanfyri teir fýra veggirnar í heiminum. Vit brokka okkum ikki al­ment!
Sum útisetar í Keyp­mannahavn royna vit sum fræg­ast at halda saman og vara um okkara mentan og sið. Vit bólka okkum í smáar og størri »Ghetto'ir«, har vit mala um beinini á hvørjum øðrum og ansa eftir at vit ikki verða for integreraði í danska samfelagið, at vit ikki blíva for donsk. Tí hvør ólukkan tímur at líkjast for nógv heimsins glaðasta fólka­slagi.
Men hvussu væl vit enn ansa eftir, slepst ikki und­an ávirkan. Hjá mær er tað hugurin at brokka meg, sum hevur fest seg! Enn er tað mest innantanna. Og yvir­høvur er tað um støð­una í Føroyum. Sæð úr ein­um útisetavinkli er eisini nokk at taka av. Fyri ikki at snakka um politikkin. Bevar mig vel – har er so ríkiligt at brokka seg um!
Eg eri ikki bangin fyri at siga, at eg eri ósamdur við førda politikkin. Sum aka­­demikarar flest kenni meg meira heima mill­um tey »reyðu«. Tí eru nógv­ir tankar eisini farnir heim­eftur síð­ani teir borgar­ligu, sum nú sita við róðr­ið, funnu tann heilt sterka lútin framm. Ein borgar­ligur lútur so sterkur, at sjálva Iron Lady’in hevði snerkt og Reagan hevði rodn­að.
So sterkur er hesin borgar­­ligi lútur, at and­støð­an hevur ligið í koma síð­ani valið. Deyð sum sild. Og tú alvaldi hvat havi eg ikki latið nógvar eiðir av innan­­tanna um hesa snork­sovandi andstøðuna! Eitt er, at mær ikki dámar politikkin. Men meirilutin ræður, og teir hava fullan rætt at gera sum teimum lystir. Andstøðan svevur, og fólk­ið í Føroyum brúkar í stóran mun sín bara demo­kratiska rætt at brokka seg á Facebook.
Melda seg inn í bólkar, har trýstið verður latið úr damp­grýtuni. Bólkar í móti samgonguni. Og eitt líka tamt aftursvar frá borgar­ligu veljarunum – team Sam­gongan. So leingi tað gongur fyri seg har tú kanst krógva teg handan teldu­skýggjan og logga av tá onkur svarar aftur, ja so er í lagi at brokka seg.
Men brokk tolir ikki dags­­ins ljós í Føroyum. Í øll­­um førum ikki tá fólk brokka seg um okkara egna kæra leiðara – Løgmannin Kaj Leo. Máti skal verða við, hvussu smásærur mann hev­ur loyvið at vera! At ein borgarligur leiðari verður stokk fornermaður av eitt sindur av brokki frá samlaða vinstravonginum á sjálvum altjóða arbeiðaradegnum, vís­ur bara hvussu illa vit tola brokk í Føroyum. Tað er undir alt lágmark helt løg­maður, men eg hevði nú hildið at okkurt var rung­andi galið, um arbeiðara­rørslan IKKI brokkaði seg. Hinvegin er tað nú ikki fyrstu ferð, at kæri leiðarin vísur hvussu lítið hann heldur um fak­fel­øgini. Hann hevði heldur ikki tíð at tosa við peda­gog­arnar, tá tey vóru í verk­falli – »tí onkur mátti jú ar­beiða her í sam­felagnum«. Margareth Thatcher – Go home!
Uha! Her er sgu nógv at brokka seg um, tá tankarnir fyrst sleppa á flog.
Men hvør eri eg at brokka meg um støðuna í Føroyum, tá eg hvørki búgvi ella lati skatt har sjálvur? Hvønn rætt hava vit útisetar til at finnast at? Inntil víðari eru vit jú bara nakrir for­kelaðir lortendar, nakrar ónyttur, sum liva av donsku boppuni. Vit máttu heldur hildið skarpan, so leingi vit eru burtur.
Ella hava vit útisetar eis­ini rætt at brokka okkum, tá tað nú eru vit, sum ein dagin skulu flyta heim aftur og føra samfelagið víðari?
Spyr tú meg, so helli eg meira til tað seinna. Nú er loyst frá posabandinum, og so verður ringt at fáa meg at tagna aftur!