Bronsan er nú í eygsjón

Sóljan-VB 18-23 (10-11):
Meðan Neistin tapti í Klaksvík, fekk VB bæði stigini á Giljanesi, og eru vágbingarnir fyri fyrstu ferð í ár veruliga á bronsukós

Hondbóltur

Fyri tað mesta hevur árið í ár hjá VB verið eitt vónbrot, har vónirnar eru justeraðar alt longri niður, so hvørt sum dystirnir eru leiktir.
Longri niður enn til bronsumerkini eru vónirnar tó neyvan settar, og eftir at Neistin fyri tað mesta hevur havt takið á hesum, eydnaðist tað leygardagin VB-kvinnunum at vinna seg upp á triðja plássið eftir sigurin á Sóljuni.

Tað var eisini longu undan dystinum greitt, at skal VB hava møguleika fyri heiðursmerkjum, so var ein sigur kravið, og hesum kravið livdu tær eisini upp til, tó at tað gekk striltið eina góða løtu
Tað var nevnliga ikki fyrr enn seinasta korterið ella so av dystinum, at tað eydnaðist VB at toga seg leysat av Sóljuni. Fyrstu lítlu løtuna av dystinum sá annars ikki út til, at tær á heimaliðnum skuldu gerast somikið tungar hjá VB at syfta.
Í tráð við leiklutin sum stórfavorittur fór VB alt fyri eitt at toga frá, men so við og við komu tær á heimaliðnum alt betri við. Eitt skifti vóru tær eisini á odda, men við tveimum skjótum málum seinastu løtuna vann VB sær tó fyrimun undan steðginum.
Hóast hetta, og hóast VB royndi at fáa tak á fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, so sleptu tær á heimaliðnum ikki soleiðis uttan víðari. Fram til góðir tíggju minuttir restaðu, stóð framvegis á jøvnum, men so skrædnaði.
Seinastu løtuna vann VB so klárt sum 7-2, og so kundi tað vera tað sama, at heimaliðið hevði verið væl við. Tær høvdu enn eina ferð tapt, og liggja framvegis fastar í botninum.

Fyri VB merkti sigurin hinvegin, at tær nú veruliga hava fingið fatur í heiðursmerkjarøðini, har tær fyri tað mesta hava roynt at hildið fast í Neistanum, sum eisini tykist hava bronsumerkini í huga.
Sigurin hjá VB gjørdist ikki verri av, at Neistin samstundis tapti fyri Stjørnuni, tí hetta gjørdi, at VB togaði seg tvey stig fram um Neistan, samstundis sum tær hava ein dyst færri enn kappingarneytarnir.
Hinvegin telir tað eitt sindur niður hjá VB, at Neistin nú hevur verið bæði í Vestmanna og Klaksvík. Hesar ferðir eigur VB framvegis tilgóðar, og hóast eingi garantiir verða latin í hondbólti, so er tað mest sum víst, at her fær VB ikki stig við sær heimaftur.
Tískil er framvegis líkt til, at avgerandi dysturin um bronsuna verður tann í Havn millum Neistan og VB, og at tey bæði liðini fram til tá mugu stríðast sum frægast fyri at fáa fulla úrtøku burtur úr teimum liðum, sum eru lægri stødd á stigatalvuni.

Dysturin í tølum
Sóljan-VB 18-23 (10-11)
Málskjúttar:
Sóljan: Asta Petrauskiene 9(2), Heidi Maria Akselsen 4, Marjun Johansen 3, Petra Thomassen 1, Hertha Simonsen 1
VB: Regina Radó 6(1), Leila Jespersen 5, Gurið Mortensen 4, Eyðbritt Krosslá 3, Gabriella Fekete 3(1), Sólrun Krosslá 1, Rannvá Augustinussen 1
Brotskøst: Sóljan 2, VB 4
Útvísingar: Sóljan 1, VB 1
Dómarar úr VÍF: Áki Olsen & Agnar Joensen