Broytingar í skránni aftur í dag

Teitur skiftir pall og Meejah er framskundað 45 minuttir.

Teitur spælir á Spæliplássinum klokkan 17:00. Hann skuldi spæla á Sandinum klokkan 17:15, men orsakað av praktiskum trupulleikum, sum ringa veðrið elvdi til í gjár, spælir hann heldur á Spæliplássinum.

 

Mejaah er framskundað ein hálvan tíma til klokkan 22:30. Hon spælir í Fjósinum. Um Meejah skrivar G! soleiðis:

 

Meejah framførir eina tónleikaringrás kring lutirnar í koreanska flagginum, The Taegeuk, og blandar sidbundnan koreanskan tónleik við distortion, tilsipan til metall, bleytt hip hop, ljóðlandsløg og skeivar midiframleidslur. Ringrásin hevur til endamáls at skapa frid á koreansku hálvoynni og at stedga krígnum millum Nordur- og Sudurkorea.

 

Í gjár vórðu nakrar broytingar eisini framdar. Nøkur av nøvnunum, sum skuldu spæla í gjár, eru flutt til í dag. Eivør kemur á pallin klokkan 23:15 á Spæliplássinum í kvøld, og Brothers Moving vera á Spæliplássinum klokkan 18:30.