Broyttur gerandisdagur: Búfólkini sakna síni avvarðandi

– Tað eru nøkur, sum skilja tað, men tað eru eisini nøkur, sum ikki skilja tað. Tey minnast kanska ikki, og hava tí trupult við at fyrihalda seg til, at tey avvarðandi ikki koma, sigur Asta Marjunardóttir, eindarleiðari um broytta gerandisdagin á Boðanesheiminum

Gerandisdagurin á ellis- og røktarheimunum kring landið er broyttur sera nógv seinastu fimm vikurnar, nú vandin fyri koronafarsóttini hóttir í hvørjum.

Koronasmittan hevur serligar avleiðingar fyri gomul og veik, og tí eru tey í vandabólki.

Uttanlands hevur mann hoyrt um, at koronasmittan fingið fótafesti á nøkrum ellisheimum, men enn er tíbetur eingin smittutilburður verið á føroysku ellis- og røktarheimunum.

Asta Marjunardóttir er eindarleiðari í Heilsu og Umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu, sum millum annað hevur ábyrgd av Boðanesheiminum og Ellisheiminum í Havn. 

– Sjálvt um gerandisdagurin er nógv broyttur, so er hann uppá nógvar mátar eisini tann sami. Tey gomlu koma upp um morgnarnar, fáa at eta og liva eitt sosialt lív inni á heiminum, sum tey plaga. So hugsa starvsfólk um, hvat tey kunnu fylla dagin við, sigur Asta Marjunardóttir.

Ongar vitjanir

Men sum nú er, so fáa búfólkini á ellis- og røktarheimunum ikki vitjanir uttanífrá. Tað veri seg til dømis guðstænastur ella kór. Men at eingin kann vitja merkir eisini, at avvarðandi ikki kunnu støkka inn á gólvið, sum tey plaga.

– Tað, sum búfólkini sakna allar mest, eru síni avvarðandi. Tað er so ein mikið stórur partur av gerandisdagin, at vit starvsfólk kunnu ikki nøkta hendan tørvin, sigur Asta Marjunardóttir.

Og tað eru ikki øll búfólkini, sum duga at skilja, hví eingin vitjar tey.

– Tað eru nøkur, sum skilja tað, men tað eru eisini nøkur, sum ikki skilja tað. Tey minnast kanska ikki, og hava tí trupult við at fyrihalda seg til, at tey avvarðandi ikki koma. Eg trúgvi, at tað er ein innara kensla og longsul eftir teirra avvarðandi, so tað hevur sjálvandi avleiðingar fyri teirra sosiala trivnað. Tað eru vit sjálvandi vitandi um, men vit royna at gera tað, vit kunnu, sigur eindarleiðarin. 

– Vit hava nøkur búfólk, sum eru ússalig, og sum fáa afturstig í sínari sjúku. Tá eru tey avvarðandi sjálvandi við á síðulinjuni, og í summum førum er tað best at fáa tey avvarðandi inn. Vit royna allatíð at finna hóskandi loysnir fyri bæði búfólk og avvarðandi, sigur Asta Marjunardóttir.

– Starvsfólkini eru røsk

Fleiri tiltøk eru sett í verk fyri at minka um smittuvandan á heimunum. Arbeiðið hjá starvsfólkunum á Boðanesheiminum er broytt nógv. Deildirnar eru settar saman í bólkum, soleiðis at so fá sum møguligt arbeiða saman.

– Starvsfólkini eru farin at arbeiða uppá ein nýggjan máta við at minka um fysiska sambandið. Vanligvís hava vit tætt fysiskt samband, men hetta kunnu vit ikki gera upp á sama máta longur fyri at minka um smittuvandan so nógv sum møguligt, sigur Asta Marjunardóttir.

Sama er galdandi fyri búfólkini, so tey hava samband við so fá búfólk og starvsfólk sum møguligt. Eitt dømi er, at tað eini 12 búfolk eta, so sita tey við trimum ymsum borðum við metrum millum sín í staðin fyri einum stórum.

Starvsfólkini gera sítt fyri at verja eldru borgarar okkara, og eindarleiðarin rósar starvsfólkunum.

– Tey eru ótrúliga røsk og hava veruliga gjørt sítt besta fyri at minka um smittuvandan á heimunum, sigur Asta Marjunardóttir.

Men starvsfólkini eru eisini ávirkað av støðuni.

– Fólk eru jú eisini bangin fyri at vera tey, sum koma inn at smitta. Tað kann vera hart at vera tann, tí vit vita, at tá vit hava latið heimið aftur, so eru tað jú bara starvsfólkini, sum kunnu taka smittuna við inn á heimið, sigur hon.

At lata upp aftur

Ætlanin er at lata samfelagið upp aftur 4. mai, men tiltøkini á eldraøkinum halda fram til 8. mai.

– Nú lata dagstovnar, skúlar og annað upp aftur, og tað kann hava óbeinleiðis ávirkan á okkara øki. Okkara starvsfólk hava jú eisini børn, so vit fylgja væl við, hvat hendur úti í samfelagnum og vóna, at eingin øking kemur í. Tað hevur stóran týdning, at vit hava fólk til arbeiðis, sigur Asta Marjunardóttir. 

Um støðan verður tann sama í eitt hálvt ár ella til jólar, so ímyndar Asta Marjunardóttir sær, at mann má finna nakrar aðrar loysnir á eldraøkinum.

– Tí so verður saknurin millum avvarðandi og búfólk sera stórur. Vit hava jú við gomul og sjúk at gera, sum í summum førum hava avmarkaða tíð eftir. Tí eru vit longu nú farin at arbeiða við, hvørjir møguleikar kunnu vera fyri at lata spakuliga upp aftur. Hvussu vit lata upp, verður ein avbjóðing. Men eg ivist ikki í, at tað verður ein loysn, sum øll vera glað fyri, sigur Asta Marjunardóttir.