Brúðarparið millum tey deyðu í eldinum í Irak

Irakiska innanríkisráðið sigur, at níggju fólk, sum øll starvaðust í bygninginum, har eldurin herjaði, eru handtikin, og boð eru farin út um, at eigararnir av hølunum skulu handtakast.

Í nátt frættist um ein stóran eld, sum rakti eina brúdleypsveitslu í Irak í gjárkvøldið. Fleiri enn hundrað fólk lótu, og fleiri enn 200 fingu løstir.

 

Nú frættist, at millum tey mongu, sum lótu lív í herviliga eldinum, er eisini brúðarparið.

 

Fýrverk varð skotið fyri brúðarparinum, áðrenn eldurin varð staðfestur, men í løtuni er ikki greitt, um fýrverkið hevði nakað við eldin at gera.

 

Fólk, sum sluppu livandi út úr brennandi salinum, har brúdleypið varð hildið, siga, at tað tók bert lítla løtu, til alt stóð í ljósum loga.

 

Tí verður hildið, at bygningurin var bygdur úr tilfari, sum brennur lætt. 

 

Irakiski forsetin, Mohammed al-Sudani, hevur lýst landasorg í tríggjar dagar í sambandi við hendingina.

 

Í Irak váttar innanríkisráðið, at níggju fólk, sum øll starvaðust í bygninginum, har eldurin herjaði, eru handtikin.

 

Boð eru eisini farin út um, at eigararnir av hølunum skulu handtakast. 

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at umleið 1000 fólk vóru í hølunum, tá eldurin kyknaði og gjørdi feigdina um seg.

 

- Lokalu myndugleikarnir í økinum siga seg hava staðfest, at 114 fólk hava latið lív, men stúrt verður fyri, at talið av deyðum fer at veksa.

 

Sum skilst, hava fleiri av teimum, sum sluppu út úr bygninginum við lívinum, ógvuslig brunasár um allan kroppin.

 

- Talan er helst um eini 50 fólk, sum eru illa brend, veit tíðindastovan NTB at siga úr Irak fyrrapartin.